JobMatch í Norðurlandahúsinum 28. desember

19. desember 2018

Aftur í ár luttaka vit á starvsstevnuni JobMatch í Norðurlandahúsinum.

JobMatch verður hildin millum jóla og nýggjárs. Hetta fyri at bæði útisetar, sum eru heima í jólafrí, eins og lesandi í Føroyum, umframt onnur áhugaði skulu hava møguleika at luttaka.

Í Talgildu Føroyum arbeiða vit við KT-menning, sniðgeving, UX, verkætlanarleiðslu, kravlýsingum, samskifti, KT-arkitektur, løgfrøði, samskipan og brúkarakanningum. Um hesi arbeiðsøki hava tín áhuga, ert tú vælkomin framvið okkara bási í Norðurlandahúsinum at hoyra meira og at greiða frá tínum royndum og áhuga. Vit vilja eisini fegin samstarva við lesandi um serritgerðir og aðrar verkætlanir innan okkara arbeiðsøki. 

JobMatch verður í Norðurlandahúsinum 28. desember 2018, kl. 13.00.

Tey, ið eru áhugaði í at fáa eitt JobPrát við okkum kunnu seta seg í samband við okkum niðanfyri.

Skriva gjarna útbúgvingar, ið tú hevur tikið ella tekur.
búskapur, roknskapur, KT-menning, Business Analysis, verkætlanarleiðsla, .Net forriting, e.l.










t.d. um tú ert starvssøkjandi, ynskir lærupláss, at skriva uppgávu við einum evni á Gjaldstovuni e.l.