Gleðilig jól

23. desember 2019

2019 hevur verið eitt spennandi og avbjóðandi ár í Talgildu Føroyum. Arbeitt hevur verið á fleiri mótum fyri at fáa Samleikan og tænastuportalin klárar at seta í verk, og vit eru við at koma undir land við bæði menning og rakstri, so føroyingar í 2020 kunnu byrja at brúka tryggu tænasturnar.

Árið byrjaði við boðunum um, at Kommunufelagið mælti kommunum frá at gera avtalu við Talgildu Føroyar. Sostatt hava Talgildu Føroyar bert havt avtalu við Tórshavnar Kommunu, sum varð gjørd í desember 2018. Vantandi fíggingin hevur verið ein smeitur fyri arbeiðið í verkætlanini, og vit vórðu noydd at gera tillagingar og raðfestingar. Størsta avleiðingin er, at Virkisskráin er fyribils steðga. Fyrireikingararbeiðið er tó gjørt, lógin samtykt í Løgtinginum, og útboðstilfarið er framleitt. Hetta merkir, at tað er klárt at fara undir menningina, um fíggingin kemur uppá pláss.

Skjótt verður farið undir síðsta árið í verkætlanini, og enn er nógv eftir at fáa frá hondini, áðrenn komið er á mál. Samstundis, sum farið er undir endaspurtin, eru fyrirekingarnar til næsta stigið av Talgildu Føroyum byrjaðar, so gagnnýtslan av talgilda undirstøðukervinum verður so stór sum gjørligt. Arbeitt verður við at fyrireika eina nýggja heildarætlan fyri at talgilda samfelagið árini eftir 2020. Miðað verður ímóti, at allir týðandi áhugapartar frá bæði tí almenna, kommunala og privata vera við at smíða hesa heildarætlan. Ætlanin er, at heildarætlanin skal verða partur av fíggjarkørmunum fyri árini eftir 2020.

Starvsfólkini í Talgildu Føroyum fara nú í jólafrí. Tá ið vit koma aftur til verka, fara vit, saman við KT veitarum, fyritøkum og stovnum, undir tey síðstu tøkini fyri at náa á mál. Vit gleða okkum til 2020, serliga til at seta Samleikan og tænastuportalin í verk.

Við hesum ynskja vit øllum gleðilig jól og gott nýggjár.

Share