GDPR á skránni til kundadagin hjá Formula

24. oktober 2018

Í dag hevur Formula sín árliga kundadag í Norðurlandahúsinum. Hetta er eitt afturvendandi tiltak, har KT-veitarin kunnar kundar sínar, um tænastur og onnur týðandi evnir innan KT.
 
Fyrst á skránni í morgun var GDPR. ES-fyriskipanin, ið skal verja talgildar persónsdátur, varð sett í gildi 25. mai í ár. Føroyskar fyritøkur, ið veita tænastur til ES-lond mugu sostatt liva upp til krøvini í fyriskipanini, og í Føroyum verður arbeitt við at dagføra føroysku persónsupplýsingarlógina, sum væntandi verður í tráð við GDPR.
 
Jósup Henriksen, løgfrøðingur hjá Talgildu Føroyum, hevur gott innlit í GDPR málsøkið, tí eitt av aðalmálunum í Talgildu Føroyum er at verja talgilda privatlívið hjá borgarum, og sæst hetta aftur í allar menning í Talgildu Føroyum. Í hesum sambandi bjóðaði Formula Jósupi í Norðurlandahúsið at greiða frá GDPR, so føroyskir veitarar og brúkarar fingu eitt betri innlit í, hvussu arbeitt verður við fyriskipanini.
 
Talgildu Føroyar fegnast um stóra áhugan fyri verju av talgildum persónsdátum.

Share