Framløga um talgilt val

09. september 2019

Í kjalarvørrinum á løgtingsvalinum skipaðu Talgildu Føroyar í farnu viku fyri framløgum um møguleikarnar at velja talgilt. Starvsfólk frá altjóða fyritøkuni Smartmatic vóru í Føroyum og greiddu frá loysnum sínum. Ymiskt er, hvussu londini nýta talgildu loysnir til val. Tað kann verða alt frá sjálvvirkandi uppteljing, til skermar á valstaðnum og møguleikan at velja talgilt heimanífrá. Einki er at ivast í, at hetta er eitt rák, sum vindur nógv upp á seg, og tí ynsktu Talgildu Føroyar at verða kunnað um møguleikarnar.

Umboð frá Heilsu- og innlendismálaráðnum, Løgtinginum, Tórshavnar Kommunu, Umhvørvisstovuni og KT vinnuni vóru við til framløgurnar, sum settu sjóneykuna á talgilt fólkaræði. Tað var serliga Estland, ið er einasta land í heiminum, sum loyvir veljarum at atkvøða umvegis internetið, sum varð brúkt sum stakdømi.

Estland verður javnan nevnd fyrsta talgildað tjóð í heiminum og hevur verið undangonguland á fleiri talgildum økjum. Síðani 2005 hava estlendingar kunnað atkvøtt á internetinum til tjóðar-, kommunu- og ES val. Hetta er eitt tilboð afturat vanliga valháttinum við persónligari uppmøting. Á fyrsta valinum, har møguligt var at atkvøða talgilt, greiddu bara 2% av veljarunum sína atkvøðu á internetinum. Síðani hevur verið stór framgongd. Til seinasta valið, ið var ES parlamentsvalið í vár, vóru 44% av atkvøðunum talgildar.

Ein fyritreyt, fyri at estlendingar kunna atkvøða á internetinum, er, at tey hava ein talgildan samleika. Talgildi samleikin verður nýttur til at eyðmerkja borgaran, sum ritar inn til valið, og vissar, at rætti persónur greiðir atkvøðu.

Sambært Smartmatics er estiska loysnin so trygg og væl ment, at ES nú hyggur at Estlandi fyri at kveikja áhugan fyri fólkaræði í Europa. Tað er ein sannroynd, at veljaratølini í fleiri londum gerast alsamt lægri. Ein av orsøkunum er, at tað í fleiri førum er ov torført at atkvøða. Siðbundna valskipanin hóskar ikki altíð til nútíðar mobila lívsstílin, og tað kann vera trupult at skipa brævatkvøðugreiðslu. Smartmatic vísti á dømir úr øðrum londum, har brævatkvøður ikki vóru komnar inn nóg skjótt til uppteljingina.

Nevnast kann, at landsstýrið í Grønlandi arbeiðir í løtuni við einum lógaruppskoti, sum skal gera tað møguligt at greiða talgildar brævatkvøður í framtíðini, og har við lætta um mannagongdirnar hjá teimum, ið ikki kunnu møta á einum valstaði.

Valdagar eru eitt hæddarpunkt í fólkaræðinum. Ein dagur, ið byggir á vanar og siðir, sum savnar alt landið. Í Føroyum hava vit serliga høg atkvøðutøl. Valluttøkan síðsta leygardag var næstan 90%. Hóast flestu veljarar gjarna fara í ítróttarhallir og bygdarhús um alt landið at greiða atkvøðu ella atkvøða við brævi, hoyrist oftari ynski um at atkvøða talgilt. Til løgtingsvalið í farnu viku høvdu 37.821 fólk valrætt. Fleiri enn 7.500 brævatkvøður vórðu sendar út undan valinum, sum er fleiri enn til seinasta løgtingsval. Brævatkvøðurnar verða sendar til kommunur, sýslur, reiðarí, sendistovur o.s.fr. so øll, sum hava valrætt, kunnu greiða sína atkvøðu.

Tað er lætt at ímynda sær, at talgilding á onkran hátt fer at fáa ein leiklut á føroysku valunum í framtíðini. Eisini at vit fara at kunna atkvøða talgilt. Smartmatic vísti á, at møguleikarnir eru stórir. Talgilding kann eisini gera tað skjótari og lættari at avgreiða fyrisitingarligar uppgávur í sambandi við val og møguligar fólkaatkvøður, m.a. við at skriva út valkort, gera veljaraseðlar og skjótari at telja atkvøður.

Framløgan hjá Smartmatics kann síggjast her 

Share