Føroyar vorðnar partur av NIIS samstarvinum

28. mai 2019

Í dag skrivaði landsstýriskvinnan í fíggjarmálum, Kristina Háfoss, undir samstarvsavtalu við Nordic Institute of Interoperability Solutions (NIIS). Sum limur í NIIS samstarvinum verða Føroyar við at tryggja menningina og strategisku leiðsluna av X-Road, sum er tøknin í Heldini. Heldin, sum er ein fýra verkætlanunum í Talgildu Føroyum, varð sett í verk í 2016, og er samskiftispallur, ið tryggjar dátusamskifti millum stovnar, fyritøkur og borgarar. Heldin er grundarlagið fyri tryggum dátuflutningi í Føroyum og verður eisini megintáttur í talgilda samleikanum og tænastuportalinum. Tú kanst læra meira um Heldina her.

Luttøkan í NIIS samstarvinum hevur stóran týdning fyri talgildu gongdina hjá okkum, tí vit fáa beinleiðis ávirkan framhaldandi menningini av Heldini. Nýggjasta slepping av Heldini er undir menning, og verður tkin í nýtslu í Føroyum seinni í ár.

Les meira um samstarvsavtaluna við NIIS á heimasíðuni hjá Fíggjarmálaráðnum

Share