foroyakort.fo tikin í nýtslu

19. juni 2019

Nýggj heimasíða við føroyakortum úrslit av samstarvi millum Talgildu Føroyar og Umhvørvisstovuna

Í dag varð nýggja heimasíðan foroyakort.fo tikin í nýtslu. Umframt at tað ber til at fara inn og hyggja at alskyns kortum av Føroyum, eru hesi nú eisini tøk at nýta talgilt hjá øllum. Ein kann taka niður kort og aðrar lendisdátur og nýta tær í egnum skipanum og forritum, ókeypis og frítt. Eitt nú kunnu fyritøkur menna forrit og skipanir grundað á kortini, men frítt er hjá øllum at nýta dáturnar til privat, vinnulig og almenn endamál.

Nýggja heimasíðan er eitt samstarv millum Talgildu Føroyar og Umhvørvisstovuna, sum umsitur føroysku grundardáturnar og fyri stuttum yvirtók kortmyndugleikan úr Danmark. Kortal.fo, sum nógvir føroyingar brúka dagliga, er partur av nýggju heimasíðuni. Afturat kendu kortunum á kortal.fo eru fleiri stakkort og vevtænastur á nýggju síðuni.

Foroyakort.fo er liður í arbeiðinum hjá Talgildu Føroyum at talgilda grundardáturnar. Grundardátur eru grundleggjandi upplýsingar um Føroyar og føroyingar, sum til dømis fólkayvirlitið. Men Føroyar skulu eisini hava talgildan matrikul, tinglýsing og virkisskrá, umframt lendisdáturnar, so sum kort.

Allar hesar upplýsingar verða standardiseraðar og góðskumentar so samfelagsnyttan verður sum størst. Kortdáturnar hava Talgildu Føroyar keypt rættindini til frá Umhvørvisstovuni, so tær kunnu gerast frítt atkomuligar fyri øll.

Lendisdáturnar, eisini nevndar geodátur, eru partur av Umhvørvisstovuni. Kortini á kortal.fo hava verið ókeypis, men tá talan hevur verið um vevtænastur ella at taka kortini niður fyri at arbeiða við teimum í t.d. ArcGis Pro, Global Mapper ella SketchUp, hava almennir myndugleikar og privat verið noydd at venda sær til Umhvørvisstovuna fyri at fáa hesar dátur móti einum gjaldi fyri hvønn fermetur av korti. Nú eru allar hesar dátur tøkar og ókeypis hjá øllum.

"Talgildar grundardátur skapa støði undir nýggjum hentleikum í øllum føroyska samfelagnum. Almenni og kommunali geirin fáa møguleika at effektivisera dagligu fyrisitingina. Samstundis kunnu privatar fyritøkur frítt heinta lendisdátur, og brúka tær til at menna nýggjar, skynsamar loysnir og tænastur. Sostatt er foroyakort.fo ein týðandi varði í føroysku grundardátunum", sigur Nicolai Mohr Balle, verkætlanarstjóri í Talgildu Føroyum.

Landstýriskvinnan í fíggjarmálum, Kristina Háfoss, ið varðar av talgilding, tók nýggju heimasíðuna í nýtslu í dag á kunningartiltaki hjá Talgildu Føroyum í Smæruni í Havn.

Share