Enn fleiri kommunur leggjast aftrat Talgildu Føroyum

16. september 2020

Vága-, Sørvágs- og Sunda kommuna hava í dag gjørt avtalu við Fíggjarmálaráðið um Talgildu Føroyar. Kommunurnar hava nú saman við Tórshavnar-, Nes- og Eysturkommunu atgongd til talgilda undirstøðukervið í Føroyum og kunnu í næstum fara undir at menna talgildar tænastur á Vangan saman við Talgildu Føroyum.

Aimé Jacobsen, borgarstjóri í Sørvágs kommunu, Heðin Zachariasen, borgarstjóri í Sunda kommunu og Eyðdis Hartmann Niclasen, borgarstjóri í Vága kommunu, vóru í Tinganesi og skrivaðu undir avtalu við Jørgen Niclasen, landsstýrismann í Fíggjarmálum.

Les meira um avtalurnar á heimasíðuni hjá Fíggjarmálaráðnum

Tríggjar kommunur leggjast afturat Talgildu Føroyum

Share