Eftir drúgva lyklaceremoni er rótlykilin til talgilda samleikan skaptur

12. apríl 2019

Rótlykilin til talgilda samleikan er nú skaptur. Hetta varð gjørt á stórari og drúgvari lyklaceremoni mikudagin og hósdagin. Hetta er ein stórur varði fyri Talgildu Føroyar, og vit eru nú eitt stórt stig nærri at taka samleikan í nýtslu seinni í ár, tá ætlanin er at útflýggja talgildar samleikar til føroyingar.

Hesar báðar dagarnar vóru 30 starvsfólk frá Talgildu Føroyum, Gjaldstovuni og Elektron savnaði í kjallaranum á Elektron. Tað eru serlig trygdarkrøv tengd at eini lyklaceremoni, mannagongdirnar eru strangar og alt varð framt sambært einum handriti. Hvør einstakur luttakari hevur nú fingið sín ávísa leiklut og er greiður yvir, hvør teirra uppgáva og ábyrgd er í sambandi við varðveitslu og umsiting av rótlyklinum. Hetta økir um trygdina, og eingin einstaklingur kann fremja nakað brot á rótlykilin.
 
Trygdin á rótlyklinum er avgerandi fyri álitið á talgilda samleikan. Samleikin skal eisini lúka treytirnar í ES lóggávuni um talgildar samleikar, og tí eru serlig krøv til rakstrarumhvørvið og trygdina kring Samleikan. Tað fer at hava við sær, at føroyski talgildi samleikin, sum frá líður, fer at kunna nýtast i øðrum ES og Norðurlondum. Eitt av aðalmálunum í Talgildu Føroyum er, at loysnirnar skulu verða tryggar fyri føroyingar at nýta. Í hesum sambandi krevst ein KT skoðan av rótlyklinum og seinni sjálvum rakstrinum av talgilda samleikanum. Tað er BSI, ið er altjóða viðurkendur KT grannskoðari, ið stendur fyri tí arbeiðinum.
 
Hóskvøldið var fagnaðarløta á Elektron aftaná lyklaceremoniina, har umleið 50 starvsfólk frá Talgildu Føroyum, Gjaldstovuni, Elektron og samtakinum Klintra Føroya Tele savnaðust. Lagið var gott á øllum, nú rótlykilin er skaptur og vit eru væl ávegis at taka talgilda samleikan í nýtslu.

Starvsfólk frá Talgildu Føroyum, Gjaldstovuni, Elektron og Klintra Føroya Tele fagnaðu rótlykilin hóskvøldið

Góðan morgun Føroyar tosaði við Rolf Herup Olsen, verkætlanarleiðara fyri talgilda samleikan, og Janus Læarsson, KT arkitekt, tá ið lyklaceremoniin byrjaði. Brotið kann hoyrast her.

Share