Dagføring av trygdarambætarum

30. apríl 2019

Trygdardagføringar til Ubuntu 14.04 LTS

Ubuntu 14.04 LTS, sum er stýrisskipanin undir trygdarambætarum á Heldini, steðgar við at fáa trygdardagføringar eftir tann 30. Apríl 2019.

Av hesi orsøk hevur Heldardepilin valt at keypa Extended Security Maintenance (ESM) fyri hesar ambætarar. Hetta merkir, at hesir ambætarar áhaldandi kunnu móttaka trygdardagføringar uppá stýrisskipanina, meðan Heldin verður uppstigað til næstu útgávu. Næsta útgáva av Heldini verður tøk seinni í ár. 

Tilgongdin at fáa avtaluna um ESM í lag er komin har til, at vit gera klárt til, at trygdarambætararnir á Heldini skulu tilmeldast ESM. 

Vit fara næstu dagarnar at seta okkum í samband við luttakarar (umsitarar), viðvíkjandi teirra trygdarambætara, fyri at virkja ESM.

Eisini verður nærri kunning og vegleiðing løgd út á heimasíðuna undir Talgildu.fo/Heldin undir Vegleiðingar & Mannagongdir.

Vit mæla altíð til, at trygdarambætarar eru dagførdir.

Um spurningar eru hesum viðvíkjandi, eru tit vælkomin at senda spurningar til heldin@gjaldstovan.fo

Share