Cryptomathic verður tikið úr nýtslu

15. apríl 2020

Eftir páskir boðaðu føroysku peningastovnarnir frá, at innritanin Cryptomathic, eisini kend sum gomul innritan, takkar fyri seg og verður tikin úr nýtslu 29. mai í ár.

Føroysku peningastovnarnir bjóða í dag tvær loysnir sum innritan til netbankan, gomlu Cryptomathic og NemID. Harumframt hava appirnar egna innritan. Flestu brúkararnir brúka í dag NemID tá ið ritað verður inn á netbankan.

Í Føroyum hava vit harumframt innritanina Mínlykil, ið verður brúkt til m.a. Mínboks, TAKS og Mølholm Forsikring.

Tá ið Samleikin seinni í ár verður tikin í nýtslu, kemur hann í staðin fyri omanfyri nevndu loysnir. Tá fáa føroyingar eina felags loysn, ið við tíðini fer at kunna brúkast til alskyns talgildar tænastur í Føroyum og uttanlands. Talan er um loysn, ið livir upp til altjóða trygdarkrøv. Við at seta í verk eina felags talgilda loysn fyri alt samfelagið, fæst ein einføld skipan, sum tryggjar tínar persónligu upplýsingar og privatlív.

Nógv orka er løgd í brúkaravinsemi í Samleikanum. Talan verður fyrst og fremst um eina app til telefon og teldil.

Sjálv appin hevur eina sjálvavgreiðslu til skráseting og nýtslu av Samleikanum. Á henda hátt verður tað lætt og skjótt at ogna tær Samleikan uttan mun til tíð og stað. Tey, ið ikki nýta sjálvavgreiðsluna, kunnu møta hjá brúkaratænastuni og skráseta Samleikan.

Verkætlanin Talgildu Føroyar er fíggjað av Landsstýrinum, Tórshavnar Kommunu, føroysku peningastovnunum og fleiri privatum fyritøkum.

Share