Um Talgildu Føroyar

Talgildu Føroyar er verkætlan, sum er skipað á Gjaldstovuni frá 2015 fram til árslok 2020. Fíggjarmálaráðið og Vinnumálaráðið hava tikið stig til verkætlanina. Frammanundan hevur eingin yvirskipað samskipan verið av talgilding í Føroyum.

Endamálið er at seta í verk talgilt undirstøðukervi fyri Føroyar, soleiðis at tað verður lættari at samskifta við dátum fyri bæði borgarar og myndugleikar.

Í stuttum hevur talgildingin við sær, at borgarar og fyritøkur kunnu samskifta trygt og talgilt við almenna geiran, og at fyrisitingarligar tænastur hjá tí almenna skulu verða tøkar á netinum.

Fyri at røkka hesum máli er neyðugt at allir borgarar hava ein talgildan samleika, ið eisini gevur borgarunum eina trygga talgilda undirskrift. Saman við einum talgildum samleika ber til at menna talgildar tænastur. Góðar talgildar tænastur krevja, at myndugleikar og onnur samskifta trygt og talgilt saman. Harumframt skal dátutrygd verða í hásæti og grundardáturnar skulu standardiserast og góðskumennast, so tær verða lætt atkomuligar hjá øllum, ið hava tørv á teimum.

Arbeiðið í verkætlanini er grundað á tilmælið úr heildarætlanini, ið varð løgd fram í Norðurlandahúsinum á sumri 2015.

Tað eru fýra høvuðstættir í Talgildu Føroyum:

  • Talgildur Samleiki: Ein trygg talgild innritan, eyðmerking og undirskrift, ið hóskar til føroyska samfelagið.

  • Talgildar tænastur: ein felags tænastuportalur, ið skal geva borgarum og vinnu skjóta og einfalda atgongd til almennar og vinnuligar tænastur.

  • Grundardátur: Skynsom nýtsla av tøkum, álítandi og ókeypis grundardátum. Grundardáturnar eru upplýsingar um persónar, virki, fasta ogn, bilar, bátar, bústað, kort og lendisskipanir.

  • KT-arkitekturur, Heldin: Tryggur dátuflutningur, sum ger at øll kunnu gagnnýta somu grundskráir, og at upplýsingar bert skulu latast einaferð.