Talgildi Samleikin verður settur í verk sum ein app til telefon ella teldil. 

Appin skal nýtast hvørja ferð, tá ritað verður inn á talgildar tænastur.

Appin er ein trygg loysn, ið livir upp til altjóða trygdarkrøv. Tøknin byggir á tvey-faktor góðkenning. Tað vil siga, at innritanin er sett saman av nøkrum, ið brúkarin veit og hevur. 

  • Fyrsti faktor er tað, ið brúkarin veit. Talan er um eitt loynital, ið brúkarin hevur valt.
  • Annar faktor er tað, ið brúkarin hevur hjá sær. Samleikin verður at liggja á telefonini og kann nýtast við appini.

 

Samleika appir verða nýttar í øðrum Norðurlondum, og hava tær havt við sær, at talið av innritanum er nógv hækkað. Flest øll hava telefonina við hondina og kunnu tí lætt rita inn á talgildar tænastur.

Tey, ið ikki ynskja at nýta Samleikan sum app fáa møguleika at nýta Samleikan á einum USB-lykli.