
Lagt út 8. apríl 2020
Umframt, at KT Landsins bjóðar skeið í Teams, finst eisini nógv tilfar á netinum, um hvussu tú nýtir Teams. Vit hava valt bert at vísa til alment tilfar frá Microsoft, ið er ókeypis. Talan er um stutt videobrot og um skeið við undirvísara.
Fyrimunir við videobrotum eru, at tú avgerð ferðina, kann steðga ávís støð og spola aftur og fram. Tilfarið er eisini hent, um tú hevur verið á skeið og hevur tørv á at minnast aftur á okkurt, tú lærdi á skeiðnum.
Microsoft bjóðar eisini skeið í netinum. Skeiðini eru við undirvísara, ið vísir hvussu Teams verður nýtt, og møguleiki er at seta spurningar. Skeiðini eru góð ískoyti til skeiðini, ið KT Landsins bjóðar, men eru ikki á føroyskum og taka heldur ikki støðið í uppsetingini á Landsneti.
Sjálvlæra - Videobrot um Teams
Skeið - Teams undirvísing á netinum (enskt):
Get started with Microsoft Teams
Run effective meetings with Microsoft Teams
Master working from home with Microsoft Teams
Learn tips for taking Microsoft Teams to the next level