
Teldupost á fareindir
Seinast dagført 18.03.2020
Er tørvur er á at seta fareindir (mobilar eindir) upp, so sum fartelefon, til at brúka teldupost á Landsneti, viðmæla vit, at tú tekur niður appina Microsoft Intune-firmaportal (Intune Company Portal) frá Google Play (Android) ella App Store (Apple).
Henda appin ger, at tað ber til at skilja sundur ímillum ”arbeiðs appir” og ”privatar appir”
Niðanfyri verður víst til eitt YouTube sjónband, ið vísir, hvussu tú ger á iOS.
Ein mannagongd, mynd fyri mynd, er gjørd til Android.
iOS (iPhone, iPad o.s.fr.)
Mannagongdin til iOS er ikki klár enn.
Videovegleiðingin niðanfyri vísir á enskum, hvussu tú kann gera. Legg fyrst appina inn, og ger so, sum greitt frá í videovegleiðingini, frá 25. sekundi.
Android
Skriva tína høvuðsteldupost addressu, og trýst á next
Skriva loyniorðið, ið tú brúkar, tá ið tú ritar inn á telduna, og trýst á Sign In
Her sært tú treytirnar fyri at brúka Intune. Tá ið tú hevur lisið tær, trýst so á Accept (Kanst tú ikki góðtaka treytirnar, trýst so á Decline, fyri at avbróta innleggingina).
Trýst á Continue fyri at vangamynd til Intune verður sett upp.
Eftir at hava lisið, hvat KT Landsins kann síggja, trýst so á Continue.
Trýst á Accept & Continue
Trýst á Begin
Set frámerki í, um tað er stovnurin, ið eigur eindina, ella um tað er tú, ið eigur eindina, og trýst síðan á Done
Trýst á Done.
Nú er Intune Company Portal lagt inn á eindina. Tá ið tú nú hyggur í yvirlitið yvir appir, so skuldi tað verið deilt í tvey: Personal og Work. Undir Work finnur tú tær appirnar, ið eru lagdar inn umvegis Intune.
Undir Work skuldi nú ein Outlook app verið (tað kann taka eina løtu, áðrenn hon kemur inn). Tá ið tú startar appina, sært tú myndina niðanfyri.
Trýst á Get Started.
Skriva høvuðsteldupost addressuna, og trýst á Continue.
Skriva títt landsnet loyniorð, og trýst á flugubeinið ovast til høgru.
Trýst á Activate
Trýst á Activate this device admin app
Trýst á Skip
Outlook er nú sett upp.