
TeamViewer
Seinast dagført 18.03.2020
TeamViewer er eitt forrit, ið KT Landsins brúkar til at síggja skermin hjá brúkarum, ið hava tørv á KT hjálp. Bæði brúkarin og viðkomandi á KT Landsins kunnu arbeiða á skerminum hjá brúkaranum tá TeamViewer verður brúkt.
TeamViewer skuldi verið á skrivaraborðinum á øllum Landsnet teldum.
Tendra TeamViewer við at dupultklikka á TeamViewerQS á skrivaraborðinum, og gjarna áðrenn tit ringja til KT skivuna. Veri síðan klár til at upplýsa “Dit ID”, ið er tað 9 ella 10 siffraða talið eins og á myndini niðanfyri.
Um TeamViewer ikki er á skrivaraborðinum, ber til at taka Teamviewer niður á https://get.teamviewer.com/da/qrkh6ev og starta tað frá telduni og gera eins og frá skrivaraborðinum.
Niðanfyri verður víst, hvussu til ber at taka TeamViewer niður við Google Chrome og Mozilla Firefox.
Google Chrome
Í Chrome leggur TeamViewer fílan seg niðast til vinstru.
Mozilla Firefox
Í Firefox skulu tit fyrst trýsta á Gem fil.
Trýst á bláa pílin ovast til høgru á síðuni og síðan á TeamViewer fíluna TeamViewerOS.exe.