
Fleirstigað innritan í Office 365 - Við app
Seinast dagført 02.04.2020
KT Landsins mælir til at brúka appina Microsoft Authenticator til fleirstigaða innritan á snildfon. Hetta er lættasti mátin at brúka til dagligt.
Legg Microsoft Authenticator appina á snildfonina
Leinki til appina Microsoft Authenticator at leggja inn á snildfonina:
Android
Apple
Næstu stigini skulu gerast á telduni.
Á telduni, innrita á https://aka.ms/MFASetup við tíni arbeiðsteldupostadressu.
Skriva loyniorðið til tín LN brúkara í teigin Adgangskode.
Síðan verður spurt um tú skalt verða verandi innritaður. Um tú svarar Ja, so er ikki neyðugt at rita inn av nýggjum hvørja ferð.
GG: Svara bert Ja, um tú ritar inn á tíni arbeiðsteldu ella arbeiðstelefon, svara annars Nej.
Trýst á Næste um tú fær boðini um, at neyðugt er við fleiri upplýsingum.
GG: Umráðandi at svara Aldrig, tá spurt verður um, kagin skal goyma loyniorðið!
Vel Mobilapp í listanum og trýst á Næste.
Ansa eftir, at Modtag meddelelse om godkendelse er valt, og trýst á bláa knappin Konfiguration.
Á snildfonini, tendra Authenticator. Er tað fyrstu fer tú tendrar Authenticator er neyðugt at trýsta á Spring over nakrar ferðir til tú fær valt Tilføj konto (um tú hevur brúkt appina fyrr, skalt tú trýsta á ovast í høgra hornið, og síðan Add ccount/Tilføj konto).
Vel síðani Arbejds- eller skolekonto
Skanna QR kotuna (svørt/hvítu myndina), sum stendur á telduskerminum, við snildfonini.
Far aftur til telduna og trýst á Næste.
Á snildfonini, verður spurt um tú vil góðkenna innritanina, trýst á Godkend.
Um boðini ikki koma á snildfonini, skal tú tendra Authenticator appina.
Á telduni, vel Færøerne í listanum, skriva títt fartelefonnummar í teigin til høgru og trýst síðan á Næste.
Tryggja tær at Informér mig via app er valt, og at telefonnummari er rætt.
Tak síðan flugubeinið úr "telefonnummber (godkendelse)", og set tað íaftur. Trýst síðan á Gem (tað er ikki møguligt at trýsta á gem, um man ikki fyrst tekur flugubeinið úr og setur tað aftur)