Farteldur á Direct Access

Seinast dagført 15.03.2020

Allar farteldur í Landsneti hava Direct Access. Hetta merkir, at tá ið ein fartelda fær samband við eitt net, ið ikki er Landsnet, stovnar teldan sjálv eitt VPN samband til Landsnet, soleiðis at tú fært atgongd til tænasturnar í Landsneti.

Niðanfyri eru nakrir trupulleikar, ið tú kanst koma út fyri í sambandi við at arbeiða heimanífrá við Direct Access.

Um skipanirnar á Landsnet koyra seint

Okkara royndir vísa, at tænasturnar á Landsneti ofta koyra betur, um teldan hevur samband við internetið gjøgnum ein (LAN) kápil heldur enn WiFi. Tí mæla vit til, at um sambandið koyrir seint við WiFi, at royna um sambandið er betri við kápli.

Tá ið tú ert heima og hevur samband gjøgnum eitt vanligt privat breiðbandshald, verður internetsambandið deilt við restina av húskinum. Hetta merkir, at um onkur hyggur at Netflix ella YouTube, er tað sannlíkt, at tað ávirkar, hvussu skjótt skipanirnar í Landsnet koyra.

Trupulleikar við at prenta út

Tá ið tú arbeiðir heimanífrá, skalt tú ikki vænta, at tað ber til at prenta út uttan víðari.

Einki samband við drev

Felagsdrev eru ikki altíð tøk á Direct Access. Trupulleikin vísir seg, tá ið innritað verður, áðrenn teldan hevur gjørt Direct Access virkið. Ein loysn er at hyggja, um samband er við Landsnet, sí niðanfyri. Tá ið sambandið er “Tilsluttet”, verður útritað av telduni og innrita umaftur.

Ávísar skipanir/heimasíður virka ikki við Direct Access

Ein avmarking við Direct Access er, at tað ikki samskiftir við IPv4. Hetta merkir, at um eitt leinki til eina innanhýsis síðu verður víst sum ein IP addressa , t.d. 172.16.254.1, ella um ein skipan vísir til eina IP adressu, so virkar leinkið ikki.

Í tílíkum førum er frægast at seta teg í samband við tín úrvalsbrúkara.  

Hvussu síggi eg, um eg havi samband til Landsnet ígjøgnum Direct Access ?

Um trýst verður á ikonið niðast í høgra horni, ið vísir netsambond, kemur ein mynd, sum líkist myndini niðanfyri. Tá skuldi staðið ovast, at Direct Access Landsnet er Tilsluttet.

 

 

KT Landsins

Telefonin hjá KT Skivuni, 35 24 90, svarar alt samdøgrið.

Teldupostadressan er ktskivan@gjaldstovan.fo

Fjarhjálp: Team Viewer