
Atgongd til fjarskrivaraborð umvegis terminal servara
Seinast dagført 17.03.2020
Um tú hevur teldu, ið ikki er knýtt í Landsnet, kann tú kortini fáa fatur á títt “Landsnet skrivaraborð”. Hetta gert tú umvegis ein felags terminalservara hjá KT Landsins.
Felags terminalservarin er einans gjørdur til tey, ið hava ein fullan Landsnet brúkara, t.e. at lættir brúkarar hava ikki atgongd.
Hentleikar á felags terminalservaranum
-
Terminalservarin hevur forrit, ið flestu stovnar brúka.
-
Títt persónliga drev og felagsdrevið hjá tínum stovni eru atkomilig frá terminalservaranum eins og á einari Landsnet teldu.
-
Um tín stovnur er partur av felagsinstallatiónini hjá KT Landsins, hevur tú atgongd til Journalskipanin 360.
GG: Gjaldstovan, TAKS, Vinnustovnurin, Almannaverkið og Strandfaraskip Landsins hava egnan terminalservara, og skulu tí brúka hann. Henda vegleiðing er eisini galdandi fyri hesar stovnar.
Soleiðis fært tú atgongd til felags terminalservaran
Fyri at fáa atgongd til terminalservaran, kanst tú seta teg í samband við tín úrvalsbrúkara ella stjóra, ið síðani biður um atgongd frá KT Landsins.
Tá ið tín LN brúkari hevur fingið atgongd til terminalservaran, skal ein fíla takast niður.
Er tú í starvi á Almannaverkinum, Vinnustovninum, Apoteksverkinum, Strandferðsluni, skalt tú taka hesa fíluna niður:
Er tú í starvi á Gjaldstovuni ella TAKS, skalt tú taka hesa niður:
Soleiðis ritar tú inn
Skriva landsnet\títt ln brúkaranavn og títt loyniorð
Trýst á LNET-RDS-Collection01, um tú skalt á á felags terminalservaran. Er tú í starvi á einum stovni við egnum terminalservara, hevur tú helst møguleika at taka eina fílu niður, ið eitur eftir stovninum, t.d. LNET-TAKS-RDS01 um tað er ein terminalservari hjá TAKS.
Google Chrome og Mozilla Firefox eru teir mest brúktu internetkagarnir (browsarar), og niðanfyri sært tú, hvussu tú kanst taka fíluna niður við teimum.
Google Chrome
Í Chrome leggur fílan seg niður í vinstra horn. Trýst á fyri at fáa samband við terminalservaran.
Rita inn við tínum LN brúkara.
Mozilla Firefox
Um tú brúkar FireFox og ætlar at brúka fjarskrivaraborðið fleiri ferð, skalt tú fyrst trýsta á “Gem fil” fyri at goyma fíluna á telduni. Vel “Åbn med” “Remote Desktop Connection” fyri at lata upp einaferð.
Um tú valdi “Gem fil”, er fílan at finna aftur við at trýsta á pílin niður, sum víst á skermmyndini niðanfyri.
MFA stendur fyri Multi Factor Authentication og er ein 2-faktor innritan. MFA er ein treyt fyri at nýta terminalservarar á internetinum. Sí vegleiðingina um MFA.