Talgildu Føroyar eru partur av Gjaldstovuni. Vit arbeiða við at menna og reka talgilt undirstøðukervi fyri Føroyar, soleiðis at tað er lætt og trygt at samskifta við dátum fyri alt samfelagið.

Talgildu Føroyar vórðu skipaðar sum verkætlan í 2015. Fíggjarmálaráðið og Vinnumálaráðið tóku stig til verkætlanina. Frammanundan hevði eingin yvirskipað samskipan verið av talgilding í Føroyum.

Arbeiðið í Talgildu Føroyum er grundað á tilmælið úr heildarætlanini frá 2015. Arbeiðið varð býtt sundur í fýra høvuðstættir

  • Talgildur Samleiki: Ein trygg talgild innritan, eyðmerking og undirskrift, ið hóskar til føroyska samfelagið.

  • Talgildar tænastur: ein felags tænastuportalur, ið skal geva borgarum og vinnu skjóta og einfalda atgongd til almennar og vinnuligar tænastur.

  • Grundardátur:  Skynsom nýtsla av tøkum, álítandi og ókeypis grundardátum. Grundardátur eru grundleggjandi dátur um Føroyar og føroyingar, t.d. upplýsingar um persónar, virki, fasta ogn, bilar, bátar, bústað, kort og lendisskipanir.

  • KT-arkitekturur, Heldin: Tryggur dátuflutningur, sum ger at øll kunnu gagnnýta somu grundskráir, og at upplýsingar bert skulu latast einaferð.

Okkara starvsfólk arbeiða dagliga við at menna og reka talgildar tænastur til alt føroyska samfelagið. Hetta gera vit saman við KT veitarum, almennum stovnum, kommunum og privatum fyritøkum. Tænasturnar eru Samleikin, Vangin, Mínboks, Heldin og talgilda undirskriftin.

Høvuðsskrivstovan hjá Talgildu Føroyum er á Gjaldstovuni í Albert Hall. Brúkaratænastan hjá Talgildu Føroyum heldur til á Staravegi 9 í Havn og hevur telefonnummar 1881.

Far til Samleikan

Far til Vangan