Tænastuveitarar

Tænastuveitarar eru stovnar og fyritøkur, ið bjóða fram tænastur annaðhvørt á Samleikanum ella Vanganum.

Tað eru nógvir fyrimunir við at gerast tænastuveitari. Tit fáa atgongd til tryggar, skynsamar og brúkaravinaligir loysnir, sum fólk kenna aftur.

Um tit vilja gerast tænastuveitarar, kunnu tit seta tykkum í samband við Talgildu Føroyar og fáa ein óbindandi fund um møguleikarnar.

Arbeitt verður við at gera vegleiðingar o.a. at liggja her á síðuni.