Verkstova um OutSystems menning

20.04.21 týsdagur 09:00, Gjaldstovan, Kvíggjartún 1, Argir

Í døgunum 20. og 21. apríl skipa Talgildu Føroyar fyri verkstovu um OutSystems menning.

Verkstovan er ætlað mennarum, ið hava nomið sær neyðugu førleikarnar at menna talgildar tænastur og skipanir á OutSystems pallinum.  

Á verkstovuni verður hugt nærri at, hvussu OutSystems pallurin hjá Talgildu Føroyum er skipaður, og hvussu veitarar skulu bera seg at, tá nýggjar tænastur skulu mennast á Vanganum.

Áhugin fyri at gagnnýta loysnirnar hjá Talgildu Føroyum er stórur. Millum annað vísa nógvir stovnar, kommunur og fyritøkur áhuga at bjóða borgarum atgongd til talgildar tænastur á Vanganum. Tørvurin er tí stórur at fáa fleiri veitarar at menna talgildar tænastur til Vangan. 

At standa fyri verkstovuni hava vit fingið Denis Pertsev og Joao Tavares, sum hava hollar royndir við menning á OutSystems pallinum og hava verið partur av menningartoyminum á Vanganum seinastu tvey árini. Teir fara m.a. at undirvísa í arkitekturinum á Vanganum, og hvussu ymsu tænastuveitararnir eru settir upp.

Um verkstovuna: 

  • Nær 20. og 21. apríl frá kl 9.00 - 15.00

  • Hvar Albert Hall á Argjum

Øll, sum vilja luttaka, skulu tekna seg áðrenn 17 apríl. Tað er ein fyritreyt, at tú hevur tikið neyðugu online skeiðini. Tú kanst lesa meira um tey á leinkinum niðanfyri:

Talgildu Føroyar bjóðar nú áhugaðum mennarum at menna tænastur á Vanganum

Tekna teg her
















t.d. um tú møguliga ikki er liðug/ur við okkurt, men hevur ætlanir at arbeiða víðari við uppgávunum áðrenn verkstovuna