Verkstova um Heldina

23.09.21 hósdagur 09:00, Smæran

Í sambandi við, at Heldin varð dagførd til útgávu 6 í summar, verður verkstova fyri luttakarum og KT veitarum

Nær: 23. september 2021, kl. 9.00 - 13.00
Hvar: J.H. Schrøtersgøta 7

Dagføringin av Heldini hevur fleiri nýggjar møguleikar við sær, og umsitingarskipanin er dagførd við nógvum nýggjum hentleikum. Eisini er eitt konverteringsamboð ment, sum skal lætta um uppstiganina frá útgávu 5 til 6 hjá verandi luttakarum.

Verkstovan er býtt í tvey. Fyrri partur verður at greiða frá nýggju hentleikunum og umsitingarskipanini, sum eisini verður víst fram. Eisini verða tøkniligu fyrimunirnir við útgávu 6 umrøddir, og konverteringsamboðið verður lagt fram. Til seinna partin fara vit at arbeiða ítøkiliga við konverteringsamboðnum. Vit enda verkstovuna við einum felags ábiti.

Verkstovan er serliga ætlað luttakarum og KT veitarum á Heldini, men onnur áhugaði eru eisini vælkomin at tekna seg. 

Vit mæla til, at tú hevur Windows teldu við Visual Studio og SoapUi til seinna partin av verkstovuni.

Tú kanst lesa meira um nýggju útgávuna av Heldini í leinkinum her. Um tú hevur spurningar, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Jens Petur Andreasen, virkisrøktara, á telefon 79 24 27 ella teldupost jenspetur@talgildu.fo

Freistin at tekna seg til verkstovuna er 21. september 2021.

Tekna til verkstovuna her