Kunningarfundur um Virkisskránna

23.06.21 mikudagur 11:00, Albert Hall, Kvíggjartún 1, Argir

Í sambandi við, at Talgildu Føroyar hava útboð eftir mennarum á Keypsportalinum, verður kunningarfundur um Virkisskránna mikudagin 23. juni kl. 11.00

Á fundinum verður greitt frá útboðnum og krøvunum til mennararnar. Eisini verður komið inn á, hvussu Virkisskráin skal virka, hvørjir áhugapartarnir eru, og hvussu verkætlanin verður løgd til rættis.

Fundurin er serliga viðkomandi fyri KT veitarar og tey, sum hava áhuga í tekniska partinum av Virkisskránni.

Vinaliga boða frá luttøku við at senda teldubræv til talgildu@talgildu.fo ella heini@talgildu.fo áðrenn mikudagin kl 9.00

Les meira um útboðið í leinkinum niðanfyri:

Útboð eftir mennarum til Virkisskránna

Á skránni Vís alt