AVLÝST Verkstova um Mínboks

24.05.18 hósdagur 19:00, Gjaldstovan, Albert Hall, Kvíggjartún 1, 160 Argir

Tiltakið er avlýst. Vegna væntandi undirtøku er verkstovan um Mínboks avlýst hóskvøldið 24. mai.

Kom við á verkstovu um Mínboks og talgilt samskifti. Talgildu Føroyar bjóðar borgarum at luttaka á verkstovu um Mínboks. Ætlanin er at tryggja at menningin innan talgilt samskifti tekur útgangsstøði í tørvinum hjá borgaranum.

Sum liður í arbeiðinum við Talgildu Føroyum yvirtók Gjaldstovan í 2017 Mínboks. Ein av høvuðsverkætlanunum í Talgildu Føroyum er at gera ein Tænastuportal, har borgarar kunna avgreiða síni persónligu viðurskifti. Ein felags inngongd skal gera tað lættari, skjótari og tryggari hjá borgarum at røkka almennum og privatum talgildum tænastum, harímillum samskifti. Mínboks verður sostatt tvinna saman við komandi Tænastuportalinum.

Sum liður í menningini skipar Talgildu Føroyar fyri verkstovum, har borgarar hava møguleika at koma við viðmerkingum og hugskotum til Mínboks og talgilt samskifti yvirhøvur. Endamálið er, at fáa eina fatan av, hvørjar avbjóðingar borgarar hava við núverandi loysn, greina tørvin hjá teimum og fáa innlit í, hvørji framtíðar ynskir borgarar hava til slíkar skipanir.

Talgildu Føroyar bjóðar tí borgarum at luttaka á verkstovum, ið verða hildnar ávikavist tann

24. mai kl. 19.00 

25. mai kl. 13.00

Málbólkurin er í høvuðsheitum allir borgarar í Føroyum. Bæði tey, ið nýta Mínboks, tey, ið avgreiða viðurskifti fyri avvarðandi og tey, ið als ikki nýta Mínboks.

Til verkstovurnar verður bjóðað okkurt ábit og leskandi.

Vinaliga fyll út tilmeldingarskjalið niðanfyri, um tú ynskir at luttaka á verkstovuni.