Tórshavnar kommuna brúkar Samleikan

15. mars 2021

Í dag er Tórshavnar kommuna farin undir at brúka Samleikan sum innritan til bókingarskipanina BARN.

Skalt tú skriva børn tíni upp til barnaansing í kommununi, skalt tú framyvir brúka Samleikan, tá ið tú ritar inn á BARN. Frammanundan hevur BARN skipanin brúkt Mínlykil sum innritan. Mínlykil verður gjørdur óvirkin seinni í ár, og Samleikin skal brúkast í staðin. 

Samleikin kann nú brúkast hjá seks ymiskum tænastuveitarum, og fleiri fara at leggjast aftrat í næstum. Endamálið við Samleikanum er at veita føroyingum eina trygga og einfalda skipan, sum gevur møguleikan at brúka ein og sama hátt at rita inn við. Samleikin tryggjar, at tað bara er rætti viðkomandi, sum fær atgongd.

Samleikin fæst sum app til telefon og teldil, ella sum geymi til teldu. Tú mást bíleggja Samleikan, áðrenn tú kanst byrja at brúka hann. Les meira um, hvussu tú gert á www.samleikin.fo

Gott 14.000 føroyingar hava longu skrásett sær Samleikan.