Talgildu Føroyar bjóðar nú áhugaðum mennarum, at menna tænastur á Vanganum.

22. desember 2020

Í Talgildu Føroyum hava vit ognað okkum "low-code" menningarpallin OutSystems. Hesin er í fyrstu syftu brúktur til Vangan og ætlanin er at pallurin eisini skal brúkast at menna aðrar loysnir hjá Talgildu Føroyum.

Síðan Vangin varð tikin í nýtslu, hevur áhugin hjá almennum stovnum og kommunum verið stórur at leggja tænastur á Vangan. Hesin økti eftirspurningurin hevur við sær, at tað er tørvur á fleiri mennarum við førleikum í OutSystems.

Vit fara tí at geva nýggjum veitarum møguleika at ogna sær førleikar at menna á menningarpallinum.

Allir áhugaðir veitarar, ið hava neyðugu førleikarnir sleppa framat at menna tænastur vegna stovnar og kommunur, sum hava í umbúna at útstilla sínar tænastur á Vanganum.

Kundi tú hugsað tær at vita hvørjar førleikar tørvur er á, finnur tú yvirlit yvir online skeið sum tú kanst taka ókeypis nær tær hóvar, sí leinki her

Til tey sum hava tikið online skeiðini, fara vit eisini at skipa fyri eini verkstovu í Føroyum tíðliga í mars, har vit fara í dýpdina við menning á Vanganum.  

Um tú hevur áhuga í verkstovuni, kundu vit hugsað okkum at hoyrt aftur frá tær innan 1 februar á talgildu@talgildu.fo

Tú ert eisini vælkomin at seta teg í samband við okkum, um tú hevur onkrar spurningar.