Talgildu Føroyar á Eldradegnum

19. august 2021

Síðsta vikuskifti vórðu vit boðin til Kambsdal til eldradagin. Tað var Landsfelag Pensjonista, sum saman við tilhaldinum i Fuglafirði, skipaði fyri degnum. Meira enn 400 fólk úr øllum landinum luttóku hendan dagin.

Vit greiddu frá Samleikanum og Vanganum.
Tá ið vit spurdu, hvussu nógv í høllini longu høvdu Samleikan svaraði ein góður triðingur við at rætta hondina upp, at tey longu høvdu Samleikan. Tá ið vit spurdu, hvussu nógv brúktu Facebook var talið væl hægri.
Vit fingu spurningar og viðmerkingar úr salinum. Semja var um, at talgildar loysnir sum Samleikin og Vangin skulu gerast so tær eru lættar hjá øllum at brúka. Eisini teimum, ið ikki arbeiða við teldu dagliga. Tí arbeiða vit dagliga nógv við brúkaravinsemi í Talgildu Føroyum.

Eitt av aðalmálunum hjá Talgildu Føroyum er, talgildingin skal vera fyri øll. Eingin skal verða forðaður at fáa lut í talgildu Føroyum.

Á heimasíðuni www.samleikin.fo kanst tú fáa vegleiðing um, hvussu tú fært Samleikan, og brúkar hann at rita inn við. Tú kanst eisini ringja til okkum á telefon 1881. Vit svara yrkadagar frá kl 8-16.30