Samleikin og Vangin væl móttikin

30. november 2020

Ein mánaði er runnin síðan Samleikin og Vangin vórðu sett í verk í Norðurlandahúsinum.

Hesar seinastu vikurnar hava verið sera spennandi fyri okkum í Talgildu Føroyum. Yvir 6.200 fólk hava longu skrásett Samleikan, og tey hava gjørt meira enn 35.000 innritanir.

Vit eru ovurfegin um góðu móttøkuna. Hetta letur seg gera, tí KT veitarar og tænastuveitarar hava latið eitt valaverk úr hondum. Á øllum mótum hava starvsfólk arbeitt við at greina, menna og fyriskipa talgildu loysnirnar, ið nú eru tøkar.

Arbeiðið hjá okkum heldur fram. Fleiri tænastur fara í næstum at koma á Vangan, og vit gera fyrireikingarnar til nýggjar tænastuveitarar, ið verða partur av Vanganum tíðliga í næsta ár.

Arbeiðið hjá okkum heldur áfram. Í næstum koma fleiri tænastur á Vangan. Vit eru eisini farin undir samstarv við aðrar tænastuveitarar, ið verða partur av Vanganum tíðliga í næsta ár.