Samleikin fingið altjóða góðkenning

20. oktober 2020

Talgildu Føroyar hevur fingið altjóða góðkenning sum ein álítandi veitari av talgildum tænastum, vanliga nevnt Trust Service Provider. Hetta merkir, at Samleikin lýkur altjóða krøv á bæði tekniska og fyriskipanarliga økinum.

Samleikin, sum skjótt verður tikin í nýtslu í Føroyum, fer sum frá líður at kunna brúkast uttanlands, eins og útlendingar fara at kunna brúka sín egna talgilda samleika í Føroyum. Nógvir føroyingar avgreiða javnan persónlig viðurskifti í útheiminum, t.d. sjómenn við útlendskari pensjón og lesandi, ið søkja studning. Hetta fer at gera tað lættari og meira álítandi at fáast við talgild viðurskifti uttanlands.

Góðkenningin og váttanin koma frá grannskoðaravirkinum BSI Group, sum fyrr í ár vitjaði í Føroyum og tryggjaði, at allir partar av Samleikanum lúka høgu krøvini í standardinum ETSI 319 411-1.

Talgildu Føroyar er í løtuni í samstarvi við danska Digitaliseringsstyrelsen, um at fáa Samleikan góðkendan í Danmark.

Um stutta tíð fáa allir føroyingar høvið at brúka nýggja Samleikan til talgildar tænastur í Føroyum.