Samleikin er skoðaður og varðveitir altjóða góðkenning

21. september 2021

Í farnu viku vóru KT grannskoðarar frá BSI Group í Føroyum og skoðaðu Samleikan.

Hetta er aðru ferð, at Samleikin verður skoðaður fyri at tryggja, at Talgildu Føroyar lúka altjóða krøv um talgildar samleikar. Aftur hesu ferð stóð Samleikin seg og varðveitir sostatt góðkenningina, sum m.a. hevur við sær, at Samleikin kann brúkast uttanlands í framtíðini, og at føroyska koronupassið hevur fingið ES góðkenning.

Skoðanin var av bæði teknisku loysnini og øllum fyrisitingarligu kørmunum rundan um Samleikan. Tað merkir í stuttum, at skipanirnar, organisatiónin, mannagongdir og trygd vórðu farin ígjøgnum av grannskoðarunum fyri at tryggja, at alt lýkur høgu krøvini um talgildar samleikar.

Úrslitið hevur stóran týdning fyri Talgildu Føroyar og Samleikan. At fáa staðfest av uttanhýsis parti, at Samleikin verður rikin á altjóða støði er við at skapa álit á Samleikan hjá bæði brúkarum, tænastuveitarum og øðrum áhugapørtum.

BSI er altjóða fyritøka, sum í gott 100 ár hevur ment altjóða standardar, sum teir vit arbeiða við.

Á myndini eru starvsfólk á Gjaldstovuni saman við hollendsku grannskoðarunum hjá BSI Group.