Rita inn hjá LÍV við Samleikanum

17. desember 2020

Viðskiftafólk hjá LÍV kunnu nú rita inn á kundaportalin hjá tryggingarfelagnum við Samleikanum.

Í Talgildu Føroyum gleðast vit yvir, at LÍV nú er vorðin tænastuveitari. Nógvir føroyingar hava sína eftirlønar- og persónstrygging hjá LÍV, og kunnu nú trygt og lætt rita inn á sjálvgreiðsluna og síggja yvirlit yvir uppsparing og tryggingarskjøl. Við Samleikanum bjóðar LÍV viðskiftafólkum sínum eina innritan, sum er trygg, einføld at brúka og vissar, at bert rætti viðkomandi fær atgongd til upplýsingarnar.

Samleikin er app, sum tú brúkar hvørja ferð, tú ritar inn. Tú brúkar sostatt eina og sama loynital at rita inn við hjá øllum tænastuveitarum. 7.500 føroyingar brúka longu Samleikan. Um tú ikki hevur skrásett teg enn, kanst tú gera tað skjótt og lætt í appini, ið tú finnur í App Store og Google Play.

Umframt LÍV fært tú eisini atgongd til  Borgaragluggan, Vinnugluggan, Mínrokning og nýggja tænastuportalin, Vangan. Aðrar fyritøkur og stovnar eru farin undir fyrireikingar at brúka Samleikan sum innritan. Komandi ár fer Samleikin eisini at geva føroyingum atgongd til netbankarnar hjá føroysku peningastovnunum.

Tú kanst lesa meira um Samleikan og hvussu tú brúkar hann á www.samleikin.fo