Nú kunnu føroyingar rita inn hjá Gjensidige Forsikring við Samleikanum

12. mai 2021

Í dag er norðurlendska Gjensidige Forsikring farið undir at bjóða føroysku viðskiftafólkum sínum Samleikan sum innritan til talgildu tænasturnar hjá tryggingarfelagnum.

Stóra tryggingarfelagið, sum fyrr æt Mølholm Forsikring, hevur eini 3.000 føroysk viðskiftafólk. Hesi fáa nú  talgilda atgongd til sína heilsutrygging hjá tryggingarfelagnum við Samleikanum.

Tað er sera umráðandi, at vit hava eina trygga og álítandi atgongd til okkara persónligu viðurskifti.

Samleikin kann nú brúkast sum innritan hjá sjey ymiskum tænastuveitarum, og fleiri fara at leggjast afturat komandi tíðina. Gjensidige Forsikring er fyrsti útlendski tænastuveitarin, sum brúkar Samleikan sum innritan.

Í Talgildu Føroyum fegnast vit um, at Samleikin nú kann brúkast uttanlands. Eitt av høvuðsendamálunum hevur frá byrjan verið, at Samleikin skal veita føroyingum eina trygga og einfalda skipan, sum gevur atgongd til talgildar tænastur í Føroyum og uttanlands.

Gott 17.000 føroyingar hava longu skrásett sín Samleika. Samleikin fæst sum app til telefon og teldil ella sum geymi til teldu. Tú mást bíleggja Samleikan, áðrenn tú kann brúka hann. Les meira um, hvussu tú gert á www.samleikin.fo