Nú kunnu fólk eisini fáa Samleikan við brúk av føroyskum dóps- og navnabrøvum

16. januar 2023

Knapt 43.000 fólk hava fingið sær Samleikan. Tey flestu hava bílagt Samleikan í appini og harvið brúkt pass ella koyrikort at eyðmerkja seg við. Kortini eru fólk, ið hava umbiðið at fáa Samleikan við øðrum prógvi, tí tey ikki hava pass ella koyrikort.

Nú ber eisini til at fáa Samleikan við at vísa føroysk dóps- ella navnabrøv. Fyri at fáa Samleikan við dóps- ella navnabrævi, mást tú møta upp á Staravegi 9 í Havn fyri at skráseta teg. Aftrat dóps- ella navnabrævinum er neyðugt at hava samleikavitni við og seinasta eintakið av ársfrágreiðing frá TAKS. Hetta er fyri at tryggja, at tað er rætti viðkomandi, ið fær útflýggjað Samleikan.

Samleikin lýkur strong altjóða krøv um talgildar samleikar, og nógv eftirlit er við trygd og mannagongdum, eisini tá ið tað viðvíkur skráseting. Eingin ivi skal vera um, hvør viðkomandi er, ið skrásetur Samleikan.

Vit mæla til at bíleggja tíð við at ringja til brúkaratænastuna á telefon 1881. Upplatingartíðirnar eru yrkadagar frá kl 8-16.

Les meira um, hvussu tú fært Samleikan á heimasíðuni www.samleikin.fo.