Nú kanst tú brúka Samleikan og Vangan

27. oktober 2020

27. oktober 2020 vórðu Samleikin og Vangin alment tikin í nýtslu. Nú kunnu allir føroyingar brúka nýggju tænasturnar.

Áðrenn tú ritar inn á Vangan mást tú taka Samleika appina niður og skráseta teg.

Tak Samleika appina niður á leinkinum niðanfyri:

Samleikin á iPhone og iPad

Samleikin á Android

 

Tú ritar inn á Vangan annaðhvørt á vangin.fo ella tú tekur Vanga appina niður.

Vangin app á iPhone og iPad

Vangin app á Android

Tú kanst lesa meira um Samleikan á heimasíðuni samleikin.fo og Vangan á heimasíðuni vangin.fo