Ljós yvir vinnu- og virkislandið

04. oktober 2021

Talgildu Føroyar hava í dag skotið menningina av nýggjari føroyskari virkisskrá í gongd.

Startskotið varð markerað við einum kunnandi fundi í morgun, har allir partar í verkætlanini hittust um felags málið og kunning hvussu arbeiðið verður skipað fram til árslok 2022.

Í virkisskránni fert tú at finna upplýsingar um allar skrásettar virkiseindir í Føroyum. Hetta eru fyritøkur, stovnar, áhugafeløg og aðrar løgfrøðiligar eindir, sum virka í Føroyum. Tú fert at finna upplýsingar um adressur, vinnugreinar, eigara- og nevndarviðurskifti og nógv annað á einum og sama stað.

Í sløk 20 ár hava Føroyar ynskt eina almenna føroyska virkisskrá. Skráin verður til frama fyri bæði tí almenna og privata. Stovnar og fyritøkur sleppur undan dubult skrásetingum, fyrisiting og standardar á økinum verða samskipað, og vit fara at liva upp til krøv frá altjóða samfelagnum um gjøgnumskygni. Hjá vinnuni fer ein felags talgild inngongd til vinnuligar skrásetingar, at lætta um, tá ið íverksetarar stovna virkir. Hjá verandi fyritøkum verður m.a. lættari at fyrisita broytingar og viðtøkur. Í dag skalt tú í flestu førum til fleiri stovnar at avgreiða slíkt.

Talgildu Føroyar leiða verkætlanina, sum verður eitt tætt samstarv millum Skráseting Føroya, TAKS, Hagstovuna og Gjaldstovuna. Hesir stovnar mynda verkætlanina og mátan, skráin verður skipað. 

Eftir ætlan verður virkisskráin klár at taka í nýtslu við árslok 2022.

kickoff fundur virkisskráinNógv fólk vóru savnaði til kunningarfundin

Heini Hátún KickoffHeini Hátún, verkætlanarleiðari, greiddi frá komandi virkisskránni

Hvat er virkisskráin?

Virkisskráin er partur av grundardátunum í Talgildu Føroyum. Endamálið er, at grundleggjandi dátur um Føroyar og føroyingar skulu vera tøkar, álítandi og ókeypis.

Virkisskráin fer at skapa alment gjøgnumskygni um vinnuna, tað almenna og aðrar virkiseindir. Alment innlit verður í mun til vinnugrein, staðseting, ábyrgdarpersónar og eigaraviðurskifti. Hetta eru eisini krøv, ið altjóða samfelagi setur okkum. Hetta verður fyrsta eintýdda føroyska skrá við grundardátum um føroyskar fyritøkur, stovnar og aðrar løgfrøðiligar eindir. TAKS og Skráseting Føroya føra hvør sínar skráir í dag. Við virkiskránni verður øll skráseting á einum stað eftir felags standardi.