Helmingurin av kommununum partur av Talgildu Føroyum

12. januar 2021

Áleið 38.000 føroyingar eru fevndir av kommunala samstarvinum við Talgildu Føroyar

15 av 29 kommunum, sum umboða áleið 38.000 føroyingar eru nú partur av Talgildu Føroyum.

Vit eru sera fegin um, at helmingurin av kommunum hava gjørt avtalu við Fíggjarmálaráðið um Talgildu Føroyar. Við avtalunum fáa føroyingar kring alt landið atgongd til tryggar og skynsamar talgildar tænastur.

Talgildu Føroyar eru farnar undir fyrireikingarnar at menna tænastur á Vangan fyri kommunurnar.

Les meira um avtalurnar á heimasíðuni hjá Fíggjarmálaráðnum:

Helmingurin av kommunum partur av Talgildu Føroyum