Heldin er dagførd til versjón 6
Heldin er nú uppstigað frá útgávu 5 til 6. Tað er Heldin, ið tryggjar, at dátusamskiftið millum skipanir í talgildu Føroyum er trygt og bronglað, og er Heldin tí ein sera týðandi partur av talgilda undirstøðukervinum í Føroyum.
REST kann nú brúkast
Uppstiganin til útgávu 6 hevur fleiri nýggjar møguleikar við sær, sum síggjast í tabellini niðanfyri. M.a. er teldumálið REST komið afturat uppruna teldumálinum SOAP. REST er eitt meira nútíðarhóskandi teldumál, sum ger tað skjótari og einfaldari at arbeiða við Heldini.
Konverteringsamboð til verandi brúkarar
Fyri at lætta um uppstiganina frá útgávu 5 til 6 hjá verandi luttakarum, er eitt konverteringsamboð ment. Konverteringin hevur við sær, at verandi vevtænastur, ið koyra .NET á Heldini framhaldandi kunnu brúkast í útgávu 6.
Við amboðnum kunnu luttakarar sjálvir leggja viðkomandi forrit inn og koyra konverteringina av egnum vevtænastum. Amboðið er tøkt umvegis leinkið niðanfyri:
Uppstiga frá útgávu 5 til 6
Útgáva 5 av Heldini verður virkin eina tíð aftrat. Luttakarar kunnu fram til várið 2022 flyta sínar vevtænastur til nýggjar trygdarambætarar. Talgildu Føroyar viðmæla øllum luttakarum at fara undir at uppstiga skjótast gjørligt, tí frá apríl mánaða komandi ár, verður stýrisskipanin undir útgávu 5 ikki supporterað longur.
Trygdin í Heldini er í hásæti og fyri at brúka nýggju útgávuna av Heldini, skulu luttakarar taka nýggjar trygdarambætarar í nýtslu.
Umsitingarskipanin verður dagførd
Aftrat uppstiganini verður umsitingarsskipanin, sum liggur á www.heldin.fo, eisini dagførd við nógvum nýggjum hentleikum.
Luttakarar fara at kunna rita inn við Samleikanum fyri at brúka nýggju sjálvgreiðslurnar. Luttakarar kunna tekna seg og sínar KT skipanir til beinleiðis á heldin.fo. Eisini verður møguleiki at senda umbønir um sertifikatir online. Sostatt verður mannagongdin einfaldari, og sloppið verður undan at fylla út pappírs oyðubløð.
Umsitingarskipanin fer framhaldandi at hava yvirlit yvir luttakarar, skipanir og vevtænastur, sum vit kenna í dag. Heldin.fo verður liðugt dagførd í heyst.
Verkstova verður í heyst
Í heyst fara Talgildu Føroyar at skipa fyri verkstovu um nýggju útgávuna. Tá verður kunnað nærri um, hvussu verandi luttakarar uppstiga, og nýggja umsitingarskipanin verður løgd fram.
Vilt tú hoyra nærri um møguleikarnar við at knýta í Heldina, kanst tú seta teg í samband við Jens Petur Andreasen, virkisrøktara í Talgildu Føroyum, á telefon 35 24 29 ella jenspetur@talgildu.fo
Heldin v5 | Heldin v6 | |
Trygdarambætarar - stuðlaðarstýrisskipanir | ||
Ubuntu 14 |
x | |
Ubuntu 18 | x | |
Ubuntu 20 | x | |
Red Hat Enterprise Linux 7.3 | x | |
Menning av Heldini | ||
Keldukota Opensorce, tøkt á GitHub | x | |
Menningartoymi, ið aktivt víðarimennir Heldina | x | |
Føroysk luttøka á strategi- og kunningarfundum (NIIS) | x | |
Sertifikat Myndugleiki | ||
Føroyskur sertifikat myndugleiki (Samleikin PKI) | x | |
Vevtænastur | ||
SOAP vevtænastur | x | x |
REST vevtænastur | x | |
Metodur kunnu skrásetast á WSDL (SOAP) | x | |
Metodur kunnu skrásetast frá OPENAPI3 (REST) | x | |
Vevtænastur kunnu takast offline við egnum boðum | x | |
Community | ||
Online Community aktivum luttakarum á Slack | x | |
Samskifti til onnur lond | ||
Heldin kann samskifta við aðrar X-Roads (um avtala verður gjørd um hetta) | x | |
Atgongdarstýring | ||
Atgongd kann stýrast við bólkum, sum Heldardepilin skrásetur | x | x |
Umsitarar kunnu gera egnar bókar til at stýra atgongd til vevtænastur | x | |
Handfaring av loggum | ||
Sjálvvirkandi niðurpakking av logg fílum (zip) | x | |
Log fílur vísa i fílnavninum, nær loggað varð | x |
Í dag eru 39 luttakarar á Heldini við 51 vevtænastum.
Her á heimasíðuni eru vegleiðingar og mannagongdir dagførdar til útgávu 6 av Heldini. Les meira á talgildu.fo/heldin