Grundardáturnar eru virðisskapandi fyri alt samfelagið

23. desember 2019

Endamálið við Grundardátunum er at tryggja borgarum, fyritøkum og almenna geiranum talgilda atgongd til ókeypis og álítandi grundardátur.

Vantandi fíggingin frá kommununum hevur verið ein smeitur fyri Talgildu Føroyar. Størsta avleiðingin er, at Virkisskráin er fyribils steðgað. Fyrireikingararbeiðið er tó gjørt, lógin samtykt í Løgtinginum, og útboðstilfarið er framleitt. Hetta merkir, at tað er klárt at fara undir menningina, um fíggingin kemur uppá pláss.

Hóast mótgangin hevur árið í ár verið virðisskapandi í Grundardátunum. Nýggja síðan foroyakort.fo varð tikin í nýtslu í summar, og hevur áhugi verið fyri kortunum bæði í Føroyum og uttanlands. Harumframt eru stóru skjalasøvnini á Matrikul- og tinglýsingardeildini vorðin talgildað. Hetta merkir m.a., at málsviðgerðar skjótt og ómakaleyst kunnu leita fram skjølini.

Eisini er ein nýggj tænasta gjørd til FOLK, sum skal gera tað munandi lættari hjá privatum fyritøkum at knýta seg í fólkayvirlitið og fáa gagn av dátunum.