Góð undirtøka til OutSystems verkstovu

29. apríl 2021

Smæran var karmur um KT verkstovu í síðstu viku, tá Talgildu Føroyar skipaðu fyri verkstovu um OutSystems.

Knapt 30 KT mennarar frá 15 ymiskum fyritøkum og stovnum luttóku í verkstovuni, sum hevði til endamál at geva luttakarunum røttu førleikarnar at menna tænastur til Vangan.

Stóri áhugin millum almennar stovnar, kommunur og fyritøkur at gerast partur av Vanganum hevur økt eftirspurningin av mennarum við førleikum í OutSystems.

OutSystems er altjóða viðurkendur menningarpallur, ið Vangin er mentur á. Ein av stóru fyrimununum er, at tað er skjótt at menna og taka loysnir í nýtslu. Pallurin verður brúktur av útvið 400.000 mennarum kring allan heimin.

Undirvísarar vóru ráðgevar frá Intelligent Solutions, sum hava ment í OutSystems í nógv ár. Teir greiddu á verkstovuni frá arkitekturinum á Vanganum, og hvussu ymsu tænastuveitararnir eru settir upp.

Starvsfólkini í Talgildu Føroyum og undirvísararnir vóru sera fegin um góðu luttøkuna á verkstovuni.