Føroysk talgild undirskrift

01. juli 2021

Dagurin í dag er ein stórur varði í talgildu søgu Føroya. Samleikin fevnir nú um talgilda undirskrift.

Tíðindaskriv frá Fíggjarmálaráðnum:

Samleikin er fyrsta talgilda undirskriftin í Føroyum, sum við lóg er staðfest at hava sama rættargildi sum ein handskrivað undirskrift.

Vit samskifta og keypa talgilt næstan hvønn dag, og ofta er neyðugt at undirskriva skjøl og avtalur. Undirskriftin vissar teg um, hvønn tú gert avtaluna við, og undirskriftin er eins bindandi sum tann, sum tú skrivar á pappír við penni og blekki.

Tað er ein stórur fyrimunur, at vit hava eina felags talgilda undirskrift, sum við lóg er javnsett við vanliga handskrivaða undirskrift, og sum kann brúkast til at avgreiða bæði almenn og privat viðurskifti. Vit fáa eina brúkaravinarliga undirskrift, sum vit kenna aftur og hava álit á.

Undirskriftin hevur verið á veg í nógv ár og varð longu nevnd í Visjón 2015, sum varð løgd fram í 2006. Tá ið Talgildu Føroyar fóru undir at menna Samleikan í 2017, var greitt, at undirskriftin skuldi verða partur av loysnini.

Øll, sum hava Samleikan, kunnu skriva undir talgilt. At byrja við kann undirskriftin brúkast hjá Akstovuni, tá ið tú skalt vátta eigaraskifti á einum akfari. Væntast kann tó, at vit skjótt fara at brúka talgildu undirskriftina í fleiri øðrum sambondum, t.d. tá ið lán ella avtalur skulu undirskrivast, og enntá tá ið lógir skulu samtykkjast.

“Undirskriftin er ein týdningarmikil fortreyt fyri víðarimenningina av talgildum tænastum hjá tí almenna og privata. Við teimum møguleikum undirskriftin letur upp fyri, verður tað møguligt hjá okkum at brúka almennar og privatar tænastur alt samdøgrið. Nú veita vit eina betri tænastu og effektivari samskifti, sum krevur minni umsiting." sigur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum.

Niðanfyri sært tú, hvussu tú brúkar talgildu undirskriftina

 Les meira um talgildu undirskriftina á samleikin.fo