Forkanning um talgilt koyrikort

09. juni 2021

Talgildu Føroyar fara nú saman við Akstovuni undir forkanning av einum føroyskum talgildum koyrikorti. Endamálið er at greina og lýsa møguligar loysnir, sum kunnu virka sum talgild koyrikort.  

Talgild koyrikort er eitt rák, sum vit seinastu árini hava sæð í grannalondunum. Í fjør fóru danir undir at bjóða út talgild koyrikort sum ískoyti til vanliga koyrikortið úr plasti. Í Finnlandi hava tey valt at brúka talgilda koyrikortið til alskyns samleikaprógv, sum t.d. ferðakort og atgonguprógv.  

Í desember í fjør segði Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í samferðslumálum og talgilding, at ætlanin var at fara undir at menna eitt føroyskt talgilt koyrikort.  

Talgildu Føroyar hava ment Samleikan, sum er vorðin altjóða góðkendur og kann brúkast uttanlands, og tí er tað eyðsæð, at forkanningin verður skipað har. Talgilda koyrikortið skal byggjast á undirstøðukervið, sum longu er tikið í nýtslu í Føroyum.  

Talgilda koyrikortið er ætlað sum eitt ískoyti til núverandi koyrikort. Tey flestu hava telefonina hjá sær, tá ið tey fara frá húsum, so fleiri av teimum 128 bilførarunum, sum í 2019 fingu 700 krónur í bót frá løgregluni fyri ikki at hava koyrikortið uppi á sær, høvdu óivað sloppið undan nakrari bót, um talgilda koyrikortið hevði verið tøkt tá.  

Í sambandi við forkanningina er útboð lagt á Keypsportalin, har leitað verður eftir einum KT ráðgeva, ið skal standa fyri tøkniligu veitingunum í forkanningini. Úrslitið av forkanningini verður grundarlagið fyri víðarimenningini av talgilda koyrikortinum. 

Les um útboðið í leinkinum niðanfyri

KT ráðgeving til forkanning av talgildum koyrikorti til føroyingar