Albert Hall – kanska tað sterkasta og mest fjølbroytta fakliga umhvørvið í Føroyum

20. desember 2019

Talgildu Føroyar luttaka aftur í ár starvsmessuni JobMatch. Her kunnu lesandi kunna seg um møguleikarnar fyri starvsvenjing ella skriva uppgávu hjá okkum.

Sum nakað nýtt hava allir stovnarnir í Albert Hall kastað saman um ein bás til Jobmatch 2019.

Stovnarnir eru Hagstovan, TAKS, Landsbankin og Gjaldstovan, sum eisini hýsir Talgildu Føroyum. Stovnarnir eru gingnir saman fyri at vísa tað sterka og ymisliga arbeiðsumhvørvið í svarta glashúsinum á Argjum. Virksemið í Albert Hall er óloysiliga knýtt at føroyska peningarenslinum.

Her starvast fólk innan búskap, roknskap, fyrisiting, samskifti, løgfrøði, samfelagsfrøði, verkætlanarleiðslu, hagfrøði, kunningartøkni, greining og annað. Mestsum alt arbeiði er grundað á KT, og húsið mennir talgildar loysnir til allar Føroyar.

Allir stovnarnir leita javnan eftir starvsfólki, men Jobmatch er eisini eitt gott høvi hjá tær, sum er undir útbúgving, at kanna møguleikarnar fyri starvsvenjing ella at gera uppgávu hjá einum ella fleiri av stovnunum.

Talan er um fýra ymiskar stovnar við góðum samstarvi, har skjótt er at biðja um ráð tvørtur um stovnarnar. Tað skapar dynamikkin í húsinum.

Og søgdu vit svarta glashúsið á Argjum? Tað er betri enn so, tí deildir eru eisini í Klaksvík, Saltangará og á Tvøroyri.

So sterkt og fjølbroytt er Albert Hall.

Tú kanst bíleggja JobPrát við okkum her