1. juli fer Mínlykil í søguna

20. mai 2021

Frá 1. juli í ár ber ikki longur til at rita inn við Mínlykil. Talgildu Føroyar boða frá, at Mínlykil verður gjørdur óvirkin um ein góðan mánað. Samleikin er komin í staðin fyri Mínlykil, og kann nú brúkast á teimum síðum og tænastum, sum higartil hava brúkt Mínlykil.

Harumframt eru fleiri aðrir tænastuveitarar, sum brúka Samleikan sum innritan, og enn fleiri leggjast aftrat. Seinni í ár fara eisini føroysku peningastovnarnir at brúka Samleikan til netbankarnar. Sostatt kanst tú rita inn við Samleikanum til flestu talgildu tænasturnar.

17.700 føroyingar hava longu fingið sær Samleikan. Tað er skjótt og ómakaleyst. Tak appina niður á telefon ella teldil og skráset teg. Tú kanst lesa meira á heimasíðuni samleikin.fo