Viðgerð av persónsupplýsingum – Skjáttan 

Her verður kunnað um, hvussu tínar persónsupplýsingar verða nýttar í Skjáttuni og um tíni rættindi í hesum sambandi. 

1. Dátuábyrgdari 

Gjaldstovan eigur og umsitur Skjáttuna. Tú kanst seta teg í samband við dátuverndarfólkið á Gjaldstovuni viðvíkjandi viðgerð av persónsupplýsingum. 

Gjaldstovan 

Kvíggjartún 1 

160 Argir 

Føroyar 

+298 35 24 00 

dpo@gjaldstovan.fo 

 

2. Brúkaraskrá 

Tá ið tú verður stovnað/ur sum brúkari í Skjáttuni

Fyrstu ferð, tú ritar inn í Skjáttuna, skrásetir Gjaldstovan: 

  • p-tal, 

  • dagfesting og klokkutíð, tá tú góðkendi brúkstreytirnar fyri Skjáttuna, 

  • upplýsingar um eindina, t.e. fareindin, ið tú ritaði inn við í Skjáttuna. 

Hesar upplýsingar goymir Gjaldstovan í eini brúkaraskrá. Endamálið við brúkaraskránni er at gera tað møguligt hjá tær at kunna brúka Skjáttuna á nøktandi hátt. 

Tá ið tú brúkar Skjáttuna

Hvørja ferð, tú ritar inn í Skjáttuna, viðger Gjaldstovan upplýsingar um eindina, t.e. fartelefonina ella teldilin, ið tú ritar inn við. Endamálið er at vita, um tú framvegis brúkar somu eind. Tað er bara møguligt at hava Skjáttuna á eini eind í senn. 

Gjaldstovan skrásetir eisini, hvørji kort og hvørjar síður, tú vitjar í Skjáttuni. Hesin gerðalistin verður strikaður eftir tíggju vikum. Endamálið er at hava hagtøl yvir nýtsluna av Skjáttuni. 

3. Samleikakortið 

Samleikakortið er talgild tænasta frá Gjaldstovuni og er tøkt í Skjáttuni. Gjaldstovan er dátuábyrgdari av upplýsingunum í samleikakortinum. 

Endamálið við samleikakortinum er at geva borgarum í føroyska samfelagnum eitt talgilt samleikakort at eyðmerkja seg við í mun til ymiskar tænastur í samfelagnum. 

brúkar samleikakortið, verða hesar upplýsingar um teg heintaðar úr fólkayvirlitinum: 

  • navn 

  • aldur 

  • p-tal 

  • bústaður 

Ansa væl eftir upplýsingunum í tínum samleikakorti, og vís tær bert fyri viðkomandi. 

Tað er sjálvboðið at brúka samleikakort, og eingin kann krevja, at skalt vísa kortið. Um í ávísum førum ikki vísir títt samleikakort, kann tað hava við sær, at ikki fært atgongd til ávísar tænastur, krevja, at eyðmerkir teg. 

4. Koyrikortið 

Koyrikortið er talgild tænasta frá Akstovuni. Koyrikortið er tøkt í Skjáttuni. 

Eigari av fysiskum føroyskum koyrikorti kann eisini hava eitt talgilt koyrikort í Skjáttuni. 

Tá ið tú brúkar talgilda koyrikortið, verða persónsupplýsingar um teg heintaðar úr skránni hjá Akstovuni. Hetta eru somu upplýsingar, ið standa á tínum fysiska koyrikorti. 

Akstovan er dátuábyrgdari av upplýsingunum í koyrikortskránni, og Gjaldstovan er dátuviðgeri. Tú kanst seta teg í samband við dátuverndarfólkið á Akstovuni á teldupostadressuni dpo@akstovan.fo. 

5. Endamálið við viðgerðini av tínum persónsupplýsingum 

Endamálið við viðgerðini av tínum persónsupplýsingum er at gera tað møguligt fyri teg at brúka Skjáttuna og persónligu kortini á nøktandi hátt. 

Gjaldstovan hevur heimild at viðgera tínar persónsupplýsingar sambært: 

  • dátuverndarlógini, § 8, stk. 1, nr. 5, fyri at útinna myndugleikauppgávur, 

  • dátuverndarlógini, § 16, stk. 1: “Almennir myndugleikar kunnu viðgera upplýsingar um persónstalið til eintýdda eyðmerking ella sum skránummar. 

Akstovan hevur heimild at viðgera tínar persónsupplýsingar sambært: 

  • dátuverndarlógini, § 8, stk. 1, nr. 3, fyri at halda eina rættarliga skyldu (vanligar upplýsingar), 

  • dátuverndarlógini, § 8, stk. 1, nr. 5, fyri at útinna myndugleikauppgávur (vanligar upplýsingar), 

  • dátuverndarlógini, § 12, stk. 1, nr. 2, um viðgerð, ið er heimilað í lóg, og § 13, stk. 1, og stk. 2, nr. 3, um revsiverd viðurskifti (viðkvæmar upplýsingar), 

  • upplýsingar um persónstøl verða viðgjørdar eftir dátuverndarlógini, § 16, stk. 1.

     

6. Hvussu goymir Gjaldstovan tínar persónsupplýsingar? 

Dáturnar á tínum kortum verða heintaðar og dagførdar dagliga umvegis Heldina úr dátugrunni hjá tí myndugleika, ið hevur ábyrgdina av einstaka kortinum. Gjaldstovan hevur miðsavnaða goymslu av hesum dátum. 

Skjáttan verður hýst á Landsneti (í Føroyum). 

Tín fareind hýsir eini millumgoymslu (cache) av tínum dátum. Endamálið við hesum er at gera tað møguligt hjá tær at nýta Skjáttuna, tá tú ikki hevur atgongd til internetið.

 

7. Útflýggjan av persónsupplýsingum á tínum kortum til onnur (triðjapart) 

Um tú vísir tíni kort á ávísari tænastu, gevur tú samstundis loyvi til, at viðkomandi fáa atgongd til tær persónsupplýsingar, ið standa á tínum kortum. 

Vís ikki tíni kort, um tú t.d.: 

  • ikki følir teg trygga/n við at vísa upplýsingarnar fyri viðkomandi, 

  • ikki metir, at viðkomandi hevur eitt sakligt endamál við at fáa upplýsingarnar. 

tú vísir tínar upplýsingar, fær viðkomandi atgongd til somu upplýsingar, ið tú sjálv/ur sært á tínum kortum. 

8. Tíni rættindi 

Tú hevur sambært galdandi lóggávu ymisk rættindi í sambandi við viðgerð av tínum persónsupplýsingum. 

Set teg í samband við dátuverndarfólkið á Gjaldstovuni, um tú ynskir at brúka tíni rættindi. 

Tú kanst lesa meira um tíni rættindi í dátuverndarlógini og á heimasíðuni hjá Dátueftirlitinum, www.dat.fo.  

9. Kærur 

Tú kanst kæra til Dátueftirlitið um viðgerð av persónsupplýsingum, sum viðvíkja tær. Upplýsingar um, hvussu samband fæst við Dátueftirlitið, eru á heimasíðuni, www.dat.fo. 

Tú kanst kæra til Fíggjarmálaráðið um mál, sum t.d. at Skjáttan verður gjørd óvirkin av órøttum. Kærur kunnu sendast til fmr@fmr.fo og til: 

Fíggjarmálaráðið 

Tinganes 

Postrúm 2039 

110 Tórshavn 

Í kæruni verður tú biðin at upplýsa: 

  • fult navn, 

  • bústað, 

  • telefonnummar, 

  • hvat málið snýr seg um, 

  • undirskrift, um sent verður við vanligum brævi. 

Share