talgildu_vangin_skrivstovu.jpg

Samskifti

Eitt samanhangandi samskifti um Samleikan, Vangan og Skjáttuna gevur brúkarum eina greiða og trygga uppliving, tá ið teir ferðast á talgildum tænastum. Tí kunnu tænastuveitarar brúka samskiftisskjáttuna hjá Talgildu Føroyum.

Sum tænastuveitarar kunnu tit brúka búmerki og snið hjá Samleikanum, Vanganum og Skjáttuni á egnum heimasíðum og øðrum kunningartilfari. Hetta er við til at skapa álit, og at brúkarar kenna loysnirnar aftur.

Í leinkinum niðanfyri er samskiftisskjátta til tænastuveitarar. Her finna tit dømi, sum kunnu brúkast til íblástur og vegleiðing í samskifti. Her er eisini eitt úrval av myndum, ið kann brúkast í samskiftinum. Búmerkini hjá Vanganum og Samleikanum saman við farvukotum eru eisini í samskiftisskjáttuni.

Samskiftisskjáttan er ikki tøk í løtuni.

Setið tykkum í samband við durita@talgildu.fo, um tit hava spurningar.

  • Vegleiðing soleiðis skriva vit á heimasíðum

    í leinkinum niðanfyri er vegleiðing, ið tænastuveitarar kunnu brúka tá ið tekstir og leinkir skulu skrivast á heimasíður

    Skrivivegleiðing til heimasíður

Share

Finn okkum

Høvuðsskrivstovan er á Gjaldstovuni í Albert Hall.

Brúkaratænastan, sum hjálpir við Samleikanum, Vanganum og Skjáttuni, heldur til á Staravegi 9 í Havn og hevur telefonnummar 1881.