Talgild atkoma

Eitt av aðalmálunum í Talgildu Føroyum hevur verið, at so nógv sum møguligt skulu hava atgongd til talgildu tænasturnar.

Tí settu Talgildu Føroyar sær fyri at liva upp til krøvini og standardarnar í WCAG (Web Content accessibility Guidelines). Soleiðis tryggja vit, at so nógv sum møguligt fáa atgongd til talgildu tænasturnar. 

Talgild atkoma er frá byrjan hugsað inn í snið, litir og samskifti.

Samleikin, Vangin og Skjáttan lúka krøvum um talgilda atkomu, soleiðis at øll tey, ið vilja, hava møguleikan at brúka loysnirnar.

Set teg í samband við Talgildu Føroyar, um tú hevur spurningar ella viðmerkingar til talgilda atkomu.

  • Les um Hjálpitól á Vanganum

    Á Vanganum eru ymisk hjálpiamboð tøk til tey, ið hava ymiskar avbjóðingar við t.d. hoyrn og sjón.

    Myndin, sum er víst niðanfyri, er at finna inni á Vanganum, og her kanst tú velja ymsu hjálparamboðini.

    • Knappastýring
      Allar funkur á Vanganum kunnu brúkast við knappastýring. Tað vil siga, at tú ikki nýtist brúka músina. Tú kanst heldur brúka allar funkurnar við at trýsta á knappaborðið.
    • Fá tekstirnar lisnar upp
      Fyri tey, sum hava trupulleikar við at lesa ella ikki síggja væl, er møguleiki fyri at fáa tekstirnar á Vanganum lisnar upp.
    • Litmótsetningar
      Teksturin á Vanganum er gjørdur soleiðis, at tað er kontrastur á litunum. Hetta er gagnligt fyri øll, og alneyðugt fyri tey, sum sum eru sjónveik ella litblind. Tú kanst velja, hvussu stóran litmótsetning tú vilt brúka.
    • Hálýs leinkjur
      Tú kanst hálýsa leinkir. Hetta hjálpir tær, um tú ikki sært væl og vil síggja betri, hvar tað er møguligt at trýsta á leinkjur.
    • Størri tekstur
      Tú kanst gera tekstin størri, um tú ikki sært væl.
    • Tekstfjarstøða
      Tú kanst gera fjarstøðuna á tekstinum størri.
    • Steðga livandi myndum
      Tú kanst steðga livandi myndum, sum t.d. video.
    • Hjálp til orðblind
      Tú kanst velja eina serliga skrift, sum er gagnlig fyri orðblind. Skriftin hevur eitt serstakt snið, sum ger tað lættari hjá orðblindum at lesa.
    • Vísari
      Vísarin frá músini kann gerast størri, so at hann er lættari at síggja.
  • Les um Talgild fulltrú

    Mínboks og Apoteksverkið eru millum tænasturnar, ið bjóða talgilda fulltrú. Les meira á heimasíðuni hjá Vanganum í leinkinum niðanfyri:

    Talgild fulltrú á Vanganum

Share

Finn okkum

Høvuðsskrivstovan er á Gjaldstovuni í Albert Hall.

Brúkaratænastan, sum hjálpir við Samleikanum, Vanganum og Skjáttuni, heldur til á Staravegi 9 í Havn og hevur telefonnummar 1881.

Samband

Set teg í samband við Duritu Hansen, samskiftisfólk, á durita@talgildu.fo