Løgfrøðiligur ráðgevi til Talgildu Føroyar

Talgildu Føroyar eru flaggberi innan føroyska talgilding og ein týðandi lutur í føroyska gerandisdegnum. Til framhaldandi at kunna gera eitt gott arbeiði sóknast vit nú eftir tær, sum við løgfrøðiligum ansi og innliti kann tryggja, at loysnir okkara alsamt verða mentar og riknar sambært galdandi lóg og rætti.

Um starvið

Høvuðsuppgáva tín verður at standa fyri løgfrøðiliga partinum av arbeiðinum hjá Talgildu Føroyum, har tú skalt tryggja, at vit taka røtt atlit til lóggávu og sáttmálaviðurskifti, frá tí at loysnir verða hugsaðar, til tær eru skaptar og í rakstri.

Til tess fert tú at:

  • menna og røkja lóggávuarbeiðið okkara í samstarvi við avvarðandi stjórnarráð,
  • skriva og viðlíkahalda sáttmálar við veitarar og fyri veitingar okkara,
  • arbeiða við compliance-uppgávum fyri at tryggja, at vit støðugt virka eftir galdandi lóggávu, KT-standardum og mannagongdum,
  • ráðgeva myndugleikum og vinnu um talgild viðurskifti,
  • luttaka í tvørgangandi lógararbeiði á Gjaldstovuni.

Um teg

Tú hevur hægri útbúgving í løgfrøði ella í sáttmálaviðurskiftum, og tú ert ágrýtin og vilt seta eina góða talgilda kós fyri Føroyar. Tú hevur eisini fínan juridiskan ans, kanst loysa løgfrøðiligar krúllur og fløkjur og ikki minst stýra uttan um tær, so at tær ongantíð koma fyri. Tað er fyrimunur, um tú hevur viðkomandi starvsroyndir.

Vit samskifta nógv við Norðurlond og heimin annars, so tú dugir føroyskt og enskt, og danskt er ein fyrimunur. Tú arbeiðir skipað, sjálvstøðugt sum í toymi, ræðist ikki freistir og kanst gera fleiri ting í senn. Fakliga forvitin ert tú eisini og fylgir við í altjóða rákum og lóggávu, sum kunnu vera viðkomandi fyri føroyska talgilding.

Fyri at røkja starvið mást tú eisini hava áhuga fyri kt og talgilding og vera til reiðar at seta teg inn í nýggja tøkni og nýggjar skipanir. Vit veita neyðuga upplæring í skipanum, sum vit dagliga brúka, m.a. Confluence, House of Control og Skjalhald.

Setanar- og lønarviðurskifti

Starvið er fulltíðarstarv og verður sett eftir sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi fakfelag. Tú fert at vísa til deildarstjóran í Talgildu Føroyum.

Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Nicolai Mohr Balle, deildarstjóra, á nicolai@talgildu.fo ella á 79 24 24.

Umsóknarfreistin er 26. mai

Send okkum umsókn tína við avritum av prógvum og møguligum viðmælum til starv@talgildu.fo og viðmerk ”Løgfrøðiligur ráðgevi”.

 

_______________

Talgildu Føroyar reka og menna Heldina, Vangan, Mínboks, Skjáttuna og Samleikan.

Samleikin lýkur altjóða krøv á bæði tekniska og fyriskipanarliga økinum og hevur fingið altjóða góðkenning sum álítandi talgild tænasta, nevnd Trust Service Provider. Samleikin lýkur eisini krøvini í eIDAS-ásetingunum hjá ES um talgildar samleikar og ETSI-standardir. Talgildu Føroyar luttaka í millumtjóða samstarvi um talgildar samleikar, og ætlanin er, at Samleikin skal brúkast til talgildar tænastur uttanlands eisini.

Share

Gjaldstovan

Vit – tað eru vit stívliga sjeyti starvsfólk, sum hvønn dag skapa Gjaldstovuna – eru skipað í fýra høvuðsøki: KT Landsins, Løn & Bókhald Landsins, Búskaparskipan Landsins og Talgildu Føroyar, og øll stremba vit eftir at ganga á odda í faki okkara, so at tey, sum fáa tænastur frá okkum, kunnu gera arbeiði sítt til lítar. Vit vilja, at starvsfólk skulu trívast og mennast, skipa tí javnan fyri fakligum og sosialum tiltøkum, og í kantinuni stendur døgurði á borðinum hvønn dag.

Talgildu Føroyar

Talgildu Føroyar eru partur av Gjaldstovuni, og vit húsast í Albert Hall á Argjum.

Við tær eru vit 14 fólk í Talgildu Føroyum. Saman við føroyskum og útlendskum KT-veitarum samstarva vit við áleið 100 tænastuveitarar, sum eru knýttir í talgilda kervið. Hetta eru almennir stovnar, kommunur og fyritøkur.