A89198 Stills 02

Dugir tú eitt sindur av hvørjum - og vilt hjálpa Føroyum?

-   Verkætlanarsamskipari til rakstrareindina í Talgildu Føroyar

Ert tú ein, sum kann standa á odda og fáa tingini at henda? Dámar tær at arbeiða við fólki, tøkni og verkætlanum? Og vilt tú hava ávirkan á talgildu tænasturnar, sum vit øll brúka og líta á hvønn dag? So er tað kanska tær, vit leita eftir!

HVAT SKALT TÚ GERA?

Sum verkætlanarsamskipari verður tú ein týðandi partur av at samskipa og leiða rakstrarverkætlanir tvørtur um virkisøkini hjá Talgildu Føroyum. Okkara skipanir seta sera høg krøv til trygd, rakstur og menning, og saman við starvsfeløgum og KT-veitarum verður tú við til at tryggja, at hesar loysnir virka væl, eru tryggar og framhaldandi mennast. 

Arbeiðsuppgávurnar verða millum annað at:

  • Leggja ætlanir og lýsa verkætlanir
  • Tryggja framdrátt, tíðarætlanir og fíggjarætlanir
  • Miðla og skipa fyri verkstovum og kunningarfundum
  • Standa fyri rakstri og uppgávum, sum standast av verkætlanunum
  • Samskifta við verkætlanareigarar, starvsfólk, veitarar og aðrar áhugapartar

Talan er um eitt fulltíðarstarv, sum verður lønt sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og viðkomandi yrkisfelag.

HVØR ERT TÚ?

Vit leita eftir tær, einum ágrýtnum, arbeiðssomum og ábyrgdarfullum starvsfelaga, sum:

  • Hevur royndir innan verkætlanarleiðslu
  • Hevur viðkomandi útbúgving
  • Hevur góð samstarvsevni og dugir væl við fólki
  • Arbeiðir væl og skipað - bæði sjálvstøðugt og í toymi
  • Hevur góða fatan av KT og lætt við at seta seg inn í nýggjar skipanir
  • Dugir væl at samskifta á føroyskum og enskum - gjarna eisini um teknisk viðurskifti

Tað er ein fyrimunur, um tú kennir til:

  • Confluence og skjalfesting
  • Jira, m.a. incidents, changes, user stories og baclog

HVUSSU SØKIR TÚ?

Umsókn við lívsrensli (cv), avriti av prógvum og viðkomandi tilfari skal sendast við telduposti til starv@talgildu.fo undir heitinum “verkætlanarsamskipari”.

Freistin at søkja starvið er sunnudagin 28. juni 2026.

HVØNN KANST TÚ SPYRJA?
Um tú hevur spurningar, set teg so í samband við Jónsvein Simonsen, rakstrarleiðara, á tel. 228063 ella á jonsvein@talgildu.fo
Umsóknir og fyrispurningar verða viðgjørd í trúnaði.

Vit gleða okkum at hoyra frá tær!

HVAR SKALT TÚ ARBEIÐA?

Talgildu Føroyar eru partur av Gjaldstovuni og arbeiða hvønn dag við at menna og nútímansgera føroyska samfelagið við snildum, smidligum og tryggum KT-loysnum. Vit vilja ganga á odda á okkara fakøki við tænastum, sum bæði borgarar og stovnar kunnu líta á. Nevnast kunnu Samleikin, Vangin, Skjáttan og Mínboks, sum allar eru vorðnar ein týdningarmikil partur av gerandisdegnum hjá flestu føroyingum.

Vit halda til í Albert Hall á Argjum og hava eitt fjølbroytt og fakliga sterkt arbeiðsumhvørvi, har stórur dentur verður lagdur á samstarv, vitanardeiling og trivnað. Vit skipa javnan fyri fakligum og sosialum tiltøkum, og hvønn dag borðreiðir kantinan við døgurða

Gott 70 starvsfólk starvast á Gjaldstovuni, har av 13 okkara eru í Talgildu Føroyum.

Share