
Vilt tú talgilda Føroyar?
- Verkætlanarsamskipari til menningardeildina í Talgildu Føroyum
Vilt tú vera við at talgilda føroyska samfelagið? Skilir tú tørvin, finnur loysnirnar og førir tær út í verk? Og hevur tú hug at arbeiða í spenningsfeltinum millum verkætlanarleiðslu, tøkni og brúkarauppliving? Jamen, so er tað jú hjá okkum, tú skalt arbeiða!
HVAT SKALT TÚ GERA?
Sum verkætlanarsamskipari verður tú ein týdningarmikil partur av okkara toymi og fert í tøttum samstarvi við veitarar og kundar at samskipa menning av nýggjum og verandi loysnum, og tryggja, at hesar eru brúkaravinarligar, haldførar og væl samanhangandi.
Arbeiðsuppgávurnar verða millum annað at:
- Greina tørvin hjá kundunum og at samskipa menningar-verkætlanir
- Orða verkætlanargrundarlag og tryggja góða skjalfesting
- Standa fyri víðarimenning av verandi skipanum og undirstøðukervi
- Samskipa arbeiðið við veitarar og kundar
- Meta um, hvussu vitlíki og onnur nýggj tøkni kann skapa virði í okkara loysnum
- Arbeiða eftir galdandi standardum og arbeiðsháttum so sum WCAG og Agile/Scrum
Talan er um eitt fulltíðarstarv, sum verður lønt sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og viðkomandi yrkisfelag.
HVØR ERT TÚ?
Vit leita eftir tær, einum ágrýtnum, forvitnum og fleksiblum starvsfelaga, sum:
- Hevur analytiskan sans og tøkniliga fatan
- Hevur áhuga og royndir at arbeiða í KT verkætlanum
- Torir at taka ábyrgd, bjóða av og hugsa nýtt
- Hevur góð samstarvsevni og dugir væl við fólki
- Arbeiðir væl og skipað - bæði sjálvstøðugt og í toymi
- Dugir væl at samskifta á føroyskum og enskum - gjarna eisini um teknisk viðurskifti
- Hevur skil fyri skipanum, intergratiónum og brúkarauppliving (UX)
Tað er ein fyrimunur, um tú hevur kennir til:
- Figma ella Adobe XD
- User stories og backlog
- Verkætlanarleistum, so sum Agile/Scrum arbeiðsháttum
- Forritan ella tekniskari skjalfesting
HVUSSU SØKIR TÚ?
Umsókn við lívsrensli (cv), avriti av prógvum og viðkomandi tilfari skal sendast við telduposti til starv@talgildu.fo undir heitinum “verkætlanarsamkipari til Menningardeildina”.
Freistin at søkja starvið er sunnudagin 28. juni 2026.
HVØNN KANST TÚ SPYRJA?
Um tú hevur spurningar, set teg so í samband við Lilly Hanssen, menningarleiðara, á tel. 284175 ella á lilly@talgildu.fo
Umsóknir og fyrispurningar verða viðgjørd í trúnaði.
Vit gleða okkum at hoyra frá tær!
HVAR SKALT TÚ ARBEIÐA?
Talgildu Føroyar eru partur av Gjaldstovuni og arbeiða hvønn dag við at menna og nútímansgera føroyska samfelagið við snildum, smidligum og tryggum talgildum loysnum. Vit vilja ganga á odda á okkara fakøki við tænastum, sum bæði borgarar og stovnar kunnu líta á. Nevnast kunnu Samleikin, Vangin, Skjáttan og Mínboks, sum allar eru vorðnar ein týdningarmikil partur av gerandisdegnum hjá flestu føroyingum.
Vit halda til í Albert Hall á Argjum og hava eitt fjølbroytt og fakliga sterkt arbeiðsumhvørvi, har stórur dentur verður lagdur á samstarv, vitanardeiling og trivnað. Vit skipa javnan fyri fakligum og sosialum tiltøkum, og hvønn dag borðreiðir kantinan við døgurða
Gott 70 starvsfólk starvast á Gjaldstovuni, har av 13 okkara eru í Talgildu Føroyum.