Stigvís íverksetan av Samleikanum og Vanganum

Henda síðan er ætlað teimum gott 100 brúkarunum, ið luttaka í fyrsta stigi av íverksetanini av Samleikanum og Vanganum.

Brúkarar fáa fulla atgongd til omanfyri nevndu tænastur. Brúkarar fáa atgongd til veruligar dátur, og har fer at bera til at gera veruligar skrásetingar og sjálvgreiðslur.

Við at seta loysnirnar stigvíst í verk meta vit, at vit kunnu bjóða nakrar sterkar og haldgóðar loysnir, tá vit í heyst fara at bjóða øllum Føroya fólki at brúka Samleikan og Vangan.

Niðanfyri fært tú svar upp á ofta settar spurningar og vegleiðingar til tænasturnar.

  • Spurningar Hvar fái eg hjálp?

    Um tær tørvar hjálp við Samleikanum ella Vanganum kanst tú ringja á telefon 1881 ella senda teldupost til 1881@talgildu.fo.

    Avgreiðslutíðin er yrkadagar frá kl 8.00 - 16.30

    Hevur tú hinvegin brúk fyri hjálp til enstøku tænasturnar á Vanganum, skalt tú seta teg í samband við tann stovnin, ið tú samskiftir við.

  • Spurningar Hvat er Vangin?

    Vangin er nýggj føroysk tænasta, har talgildar tænastur hjá almennum stovnum og kommunum eru savnaðar á einum stað. Hetta fer at gera tað lættari, skjótari og tryggari hjá føroyingum at avgreiða egin viðurskifti talgilt.

    Vangin er persónligur og gevur atgongd til Mínboks, sjálvgreiðslur av ymsum slag og innlit í egnar dátur.

    Vangin er meira enn ein nýggj heimasíða. Vangin brýtur slóð innan talgilding, tí hóast tænasturnar verða avgreiddar á síðuni, so eru tað einstøku tænastuvæeitararnir, ið hava ábyrgd av egnum dátum mannagongdum og málsviðgerðum. Dátur og upplýsingar verða einans sýndar á Vanganum, meðan tær framvegis liggja trygt hjá ymsu tænastuveitarunum. Hetta merkir, at tú sum brúkari fær eitt samlað yvirlit yvir tínar dátur.

    Vangin er felags inngongd til nógvar ymiskar talgildar tænastur, og samskift verður beinleiðis við stovn og kommunur, tá ið tú ert á Vanganum.

    At byrja við eru sjey tænastuveitarar umboðaðir á Vanganum. Tórshavnar Kommuna er við sum einasta kommuna. Hetta talið fer tó leypandi at vaksa, so hvørt sum fleiri leggjast aftrat.

    Tú kanst vitja Vangan á vangin.fo

  • Spurningar Hvør er á Vanganum

    Vangin savnar tænastur frá fleiri ymsum tænastuveitarum á einum stað. At byrja við eru tænastur frá:

    • TAKS
    • Akstovuni
    • Studna
    • Almannaverkinum
    • Ílegusavninum
    • Umhvørvisstovuni
    • Tórshavnar Kommunu

    Bæði talið av tænastuveitarum og tænastum fer at vaksa sum frá líður.

  • Spurningar Hvat er Samleikin?

    Samleikin er nýggj talgild innritan og undirskrift hjá føroyingum. Samleikin kemur í staðin fyri Mínlykil og sum frá líður eisini fyri NemID. Øll í Føroyum, sum eru fylt 15 ár og hava p-tal, kunnu fáa ein Samleika. Aftrat Vanganum kann Samleikin at byrja við brúkast til at rita inn á talgildu tænasturnar hjá TAKS, Mínrokning, Borgaragluggan og Vinnugluggan.

    Áðrenn tú kanst brúka Samleikan, mást tú taka appina niður og síðani skráseta Samleikan. Hetta kanst tú gera beinleiðis á telefonini, sí vegleiðingina Soleiðis fái eg Samleikan.

    Í fyrstu stigunum av íverksetanini av Samleikanum, fært tú appina umvegis AppCenter, sí vegleiðingina Soleiðis taki eg appina niður.

  • Spurningar Hvar kann eg brúka Samleikan?

    Tú kanst brúka Samleikan at rita inn á hesar talgildu tænasturnar:

    Sum frá líður, fert tú at kunna brúka Samleikan til alskyns talgildar tænastur í Føroyum og uttanlands.

  • Spurningar Hvat er stigvísa íverksetanin?

    Í stigvísu íverksetanini fara Talgildu Føroyar saman við tænastuveitarunum, sum eru knýttir at loysnunum, undir eina størri roynd av báðum tænastunum, Samleikanum og Vanganum. Tænastuveitarar eru stovnar, kommunur og fyritøkur, ið bjóða fram talgildar tænastur annaðhvørt við Samleikanum ella Vanganum.

    Í hesum tíðarskeiðnum fáa um 100 føroyingar Samleikan, sum teir kunnu brúka til at rita inn á Vangan, Mínrokning, Borgaragluggan og Vinnugluggan við.

    Hesir brúkarar fáa fulla atgongd til omanfyrinevndu tænastur, sum vísa veruligar dátur, og har til ber at gera veruligar skrásetingar og sjálvgreiðslur. Einki verður skrásett um nýtsluna hjá tí einstaka brúkaranum.

    Í tíðarskeiðnum verða eftirmetingar frá brúkarunum og tænastuveitarunum innsavnaðar og brúktar til at gera tillagingar við tænastunum.

    Við at seta loysnirnar stigvíst í verk meta vit, at vit kunnu bjóða nakrar sterkar og haldgóðar loysnir, tá vit í heyst fara at bjóða øllum Føroya fólki at brúka Samleikan og Vangan.

  • Spurningar Hvussu verða tænasturnar eftirmettar

    Við jøvnum millumbili senda vit tær stuttar spurnakanningar um tænasturnar. Tað er stór hjálp fyri okkum, um tú kanst svara teimum.

  • Vegleiðingar Soleiðis skráseti eg Samleikan

    Í hesi videovegleiðingini sært tú, hvussu tú skrásetur ein Samleika á sjálvari appini. Tú kanst eisini fylgja vegleiðingini í appini.

    Minst til at tú mást taka appina niður á telefon ella teldil, áðrenn tú kanst bíleggja Samleikan.

    GG at tú skalt hava annaðhvørt koyrikort ella pass við hondina, áðrenn tú byrjar skrásetingina.

  • Vegleiðingar Soleiðis riti eg inn við Samleikanum

    Í videovegleiðingini sært tú, hvussu tú ritar inn við Samleikanum á talgildu tænasturnar Vangan, Mínrokning, Borgaragluggan og Vinnugluggan.

  • Vegleiðingar Soleiðis geri eg telduna klára til Samleika geyman

    Í videovegleiðingini sært tú, hvussu tú gert telduna klára til at brúka Samleikan á geyma. GG at tú fært Geyman við uppmøting á Elektron.

    Tú fært skriviborðs appina til Samleikan á leinkinum niðanfyri.
    Samleikin Desktop app til Windows og Mac

  • Vegleiðingar Soleiðis riti eg inn við Samleika geyma

    Í hesi videovegleiðingini sært tú, hvussu tú ritar inn við Samleikanum á geyma. GG at teldan má fyrst gerast klár við eini skriviborðs app, sí vegleiðingina Soleiðis geri eg telduna klára til Samleika geyman.

Share

Brúkaratænastan 1881

Um tú hevur tørv á hjálp við Samleikanum ella Vanganum skalt tú seta teg í samband við brúkaratænastuna á telefon 1881.